Ulf Kristersson
Ulf Hjalmar Ed Kristersson (føddur 29. desember 1963 í Lund) er svenskur siviløkonomur og politikari.[1]
.jpg.webp)
Ulf Kristersson í 2022.
Kristersson er limur í borgarliga flokkinum Moderaterna. Tann 1. oktober 2017 gjørdist hann floksformaður og fimm ár seinni, 17. oktober 2022, varð hann valdur til 35. forsætisráðharra í Svøríki. Í svenska ríkisdegnum atkvøddu 176 fyri, og 173 atkvøddu ímóti. Flokkarnir í nýggju svensku stjórnini eru Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna, meðan Svørkisdemokratarnir, næststørsti flokkur á valinum, verður stuðulsflokkur hjá nýggju stjórnini.[2]
Kristersson er avloysari hjá Magdalenu Andersson. Hann verður fyrsti borgarligi forsætisráðharrin í Svøríki í átta ár.[2]
Ávísingar úteftir
- Ulf Kristersson, riksdagen.se
- Ulf Kristersson, twitter.com
- Nú er Ulf Kristersson valdur til forsætisráðharra, portal.fo, 17.10.2022
- Ulf Kristersson valdur til forsætisráðharra í Svøríki, in.fo, 17.10.2022
Keldutilfar
- Ulf Kristersson, riksdagen.se (á svenskum)
- Nú er Ulf Kristersson valdur til forsætisráðharra, portal.fo, 17.10.2022
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.