Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.

Sambandsflokkurin
Formaður Bárður á Steig Nielsen
Stovnaður 1906
Ideologi Konservativ liberalisma[1]
Agrarianisma[1]
Sambandsflokkur[1]
Politisk støða Mið-høgra
Lokalt tilknýti Venstre
Altjóða tilknýti Onki
Evropeiskt tilknýti Onki
Litir          Blátt, hvítt
Løgting
7 / 33
Fólkatingið
(Føroyskir sessir)
1 / 2
Heimasíða
www.samband.fo
Fýra av sambandsmonnunum, sum vórðu valdir í 1906.

Formenn

Sambandsløgmenn

Umboð á Løgtingi

2019–2023

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Sambandsflokkurin 7 tingfólk vald.[2]

2015–2019

2011–2015

Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk Sambandsflokkurin 8 tingfólk vald. Hin 10. februar 2014 vaks flokkurin við einum tingmanni afturat, tá Gerhard Lognberg gjørdist limur í flokkinum, eftir at hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinnum 2. november 2013 og síðan var uttanflokkatingmaður í góðar tríggjar mánaðar. Sambandsflokkurin hevur ikki havt 9 tinglimir síðan 1932.[3]

Navn Heimstaður
Bárður á Steig NielsenVestmanna
Alfred OlsenSaltnes
Rósa SamuelsenSandavágur
Helgi AbrahamsenStrendur
Edva JacobsenFuglafjørður
Eivin JacobsenSørvágur
Reimund LanggaardLeirvík
Jóna MortensenTórshavn
Gerhard LognbergSkopun

Umboð á Løgtingi 2015–2019


Navn Atkvøður Annað
Kaj Leo Holm Johannesen 603 Floksformaður
Edmund Joensen 636 Fyrrverandi fólkatingslimur
Magnus Rasmussen 500
Bjørn Kalsø 486 Landsstýrismaður
Bárður á Steig Nielsen 592
Magni Laksáfoss 374

Umboð í Landsstýrinum

Navn Heimstaður
Kaj Leo JohannesenTórshavn
Bjørn KalsøSyðradalur, Kalsoy
Johan DahlVágur

Keldur

  1. Parties and Elections in Europe: The database about parliamentary elections and political parties in Europe, by Wolfram Nordsieck
  2. Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo
  3. Kvf.fo, Gerhard Lognberg er tingmaður fyri Sambandsflokkin

Ávisingar úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.