Rotterdam

Rotterdam er ein kommuna, ein havnabýur og næststørsti býur í Niðurlondum.

Rotterdam
Flagg Skjaldarmerki
Grunddáta
Land: Niðurlond
Landslutur:Zuid-Holland
Vídd:319,35 km²
Íbúgvar (2013):618 279
fyri km²:2 986/km²
Tíðarzona:UTC +1
Heimasíða:rotterdam.nl

Rotterdam er landsins størsti havnabýur. Ein djúp á rennir á sjógv 28 km haðani. Saman við Europoort er Rotterdam eisini heimsins størsta havn. Nútíðarhavnin Europoort í Rotterdam kann avgreiða 300 farmaskip í senn. Nógv vara, sum flutt verður inn á meginlandið, verður fyrst uppskipað í Rotterdam og síðan flutt eftir áunum í prámum ella lektarum eystur í Týskland. Á heimvegnum taka teir so aftur týskar varur við sær, sum skulu útskipast í Rotterdam.

Ítróttur

Stórir fótbóltfelag í Rotterdam eru Feyenoord, Sparta Rotterdam og SBV Excelsior.

Rotterdam.

Ávísingar úteftir

  • Almenna heimasíðan hjá býnum: rotterdam.nl (á niðurlendskum)

Keldur

    • Upplýsingarnar um Rotterdam eru fingnar til vega frá niðurlendsku og ensku útgávuni av Wikipediu.
    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.