Jona Henriksen

Jona Elisabeth Frida Henriksen, betri kend sum Jona Henriksen (fødd 4. januar 1924 í Tórshavn) er ein fyrrverandi føroyskur politikari (Javnaðarflokkurin) og skrivstovukvinna.[1] Hon var í starvi hjá Føroya Banka 19501967, og seinni starvaðist hon sum skrivari hjá KFUK 1967–1997. Hon hevur verið limur í Føroya kirkjustjórn, Útvarpsnevndini, Føroya skúlastjórn og í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið. Hon var býráðslimur í Tórshavnar býráð 19681972, møtti sum varalimur á Føroya Løgtingi 19751978, og var sum fyrsta føroyska kvinnan (saman við Karin Kjølbro), vald inn á Løgtingi 1978–1980. Jona varð ikki afturvald í 1980, men sat í Løgtinginum sum varalimur til 1988. Jona er dóttir Elisabeth Mouritsen (1903-91) og Johan Pauli Henriksen, sum var borgarstjóri í Havn, løgtingslimur og stýrislimur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Móðir hennara var við til at seta á stovn ungmannafelagið Merkið.

Jona Henriksen
Føddur4. januar 1924
Tórshavn
YrkiSkrivstovukvinna, bankakvinna, politikari
ÚtbúgvingStudent
FlokkurJavnaðarflokkurin
Álitisstørv
1978-80Løgtingskvinna, vald inn
1976-78 og 1980-88Løgtingskvinna, varalimur
1968-72Býráðslimur í Havn

Keldur

  1. Kvinfo.fo, Jona Henriksen
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.