Jóan Símun Edmundsson

Jóan Símun Edmundsson (føddur 26. juli 1991, uppvaksin á Toftum) er ein føroyskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið spælir við belgiska felagnum Waasland-Beveren og føroyska fótbóltslandsliðnum. Hann spælir við Íslenska felagnum KA Akureyri.

Jóan Símun Edmundsson
Persónlig kunning
Fult navnJóan Símun Edmundsson
Føðingardagur (1991-07-26) 26. juli 1991
FøðistaðurToftir, Føroyar
Hædd1,84 m (6 ft 12 in)
PlássMiðvallaleikari/álopsleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Waasland-Beveren
Nummar19
Ungdómsyrkisleið
B68
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2008–2010B6849(10)
2010Newcastle United (lán)0(0)
2010–2012Newcastle United0(0)
2011Gateshead (lán)5(1)
2012–2013Viking8(0)
2012Fredericia (lán)8(0)
2014AB9(2)
2014–2015HB11(6)
2015Vejle Boldklub26(10)
2016–2018Odense Boldklub27(7)
2018–2021Arminia Bielefeld51(10)
2021–Waasland-Beveren12(2)
Landslið
2006-2007Føroyar U179(0)
2008Føroyar U193(0)
2009–2012Føroyar U219(3)
2009–Føroyar77(8)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 16. mars 2022.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 26. september 2022

Fótbóltsyrkisleið

Yrkisleið í feløgum

Jóan Símun byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í B68. Í desember 2009 varð hann útlæntur til enska felagið Newcastle United.[1] Hann skrivaði undir sáttmála við felagið í juni 2010.[2] Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Newcastle í einum vinadysti móti Norwich City hin 25. juli 2010.[3] Hin 7. januar 2011 spældi hann við Gateshead, ið lænti hann í 28 dagar.[4] Hann spældi sín fyrsta dysti fyri Gateshead 8. januar 2011 móti Kidderminster Harriers.[5] Jóans Símun skoraði sítt fyrsta mál fyri Gateshead hin 15. januar 2011 í FA Trophy í einum 6–0 sigri móti Hampton & Richmond Borough.[6]

Jóan Símun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við norska felagið Viking hin 15. februar 2012.[7] Sama árið lænti Viking hann út til danska felagið FC Fredericia. Hann spældi 8 dystir fyri Viking og 8 fyri Fredericia. Í 2014 flutti hann heimaftur til Føroya eina tíð, har hann fyrst spældi við AB og síðan við HB. Eftir tað skrivaði hann undir ein 2 ára sáttmála við danska felagið Vejle Boldklub, ið tá spældi í næstbestu deildini í Danmark, 1. deild.[8]

Hin 28. november 2015 skoraði hann eitt mál, ið ítróttaviðmerkjarar hjá sjónvarpsrásini TV3+ nevndu aldarinnar mál og samanbóru hann við Lionel Messi, George Best og Diego Maradona. Í einum 1-3 tapi móti Silkeborg IF í donsku 1. deild rak hann fleiri miðvallaleikarar av, og síðan rak hann framvið verjuleikarar inn í 16-meturin, har hann hegnisliga setti bóltin í málið. Í desember 2015 vann hann kappingina hjá TV3+ um Ársins mál í kapping móti eitt nú Neymar og Messi.

Í januar 2016 skrivaði hann undir ein 2½ ára sáttmála við danska Superligafelagið OB.[9]

Í 2018 skifti hann til týska felagið Arminia Bielefeld, ið tá spældi í næstbestu týsku deildini. Liðið flutti upp í bestu deildina, og Jóan Símun gjørdist fyrsti føroyingur, ið spældi í týsku Bundesliguni.

Yrkisleið sum landsliðsleikari

Hin 14. november 2014 skapti hann stórtíðindi og yvirskriftir um alt Evropa og kring heimin,[10][11] tá ið hann skeyt bóltin í málið á útivølli í kvalifiseringsdysti móti Grikkalandi á Karaiskakis Stadion í Pireus. Føroyar vunnu dystin 1-0.

Fótbóltshagtøl

Feløg

Dagført hin 7. august 2021[12][13]
Dystir og mál eftir felag, sesong og kapping
Felag Sesong Landskapping Steypakapping Annað Tilsamans
DeildDstMálDstMálDstMálDstMál
B68 Toftir 2008 Effodeildin 2341000244
2009 2561000266
2010 00000000
Tilsamans 481020005010
Newcastle United (lán) 2009–10 Championship 000000
Newcastle United 2010–11 Premier League 000000
Gateshead (lán) 2010–11 Conference Premier 50001[lower-alpha 1]161
Viking 2012 Tippeligaen 20100030
Fredericia (lán) 2012–13 1. division 800080
Viking 2013 Tippeligaen 60110071
AB 2014 Effodeildin 92000092
HB 2015 Effodeildin 116004[lower-alpha 2]1157
Vejle 2014–15 1. division 12300123
2015–16 14700147
Tilsamans 261020002610
OB 2015–16 Superliga 50000050
2016–17 2991000309
2017–18 2422000262
Tilsamans 581130006111
Arminia Bielefeld 2018–19 2. Bundesliga 2441000254
2019–20 2251000235
2020–21 Bundesliga 51000051
Tilsamans 511020005310
Karrieran tilsamsns 22349915223852
  1. Dystir í FA Trophy
  2. Dystir í Champions League

Landslið

Dagført hin 26. september 2022
Landsliðsdystir og mál
LandsliðÁrDystirMál
Føroyar 200910
201081
201140
201240
201390
201452
201551
201652
201750
201861
201960
202030
2021120
202251
Total778
Altjóða mál
Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.
#DagurVøllurMótstøðuliðMálÚrslitKapping
111. august 2010A. Le Coq Arena, Tallinn, Estland Estland1–01–2Euro 2012 kvalifisering
21. mars 2014Victoria Stadium, Gibraltar Gibraltar1–14–1Vinadystur
314. november 2014Karaiskakis Stadion, Piraeus Grikkaland1–01–0Euro 2016 kvalifisering
44. september 2015Tórsvøllur, Tórshavn Norðurírland1–11–3
528. mars 2016Estadio Municipal de Marbella, Marbella, Spania Liktinstein
2–0
3–2
Vinadystur
67. oktober 2016Skonto Stadion, Riga, Letland Lettland
2–0
2–0
Kvalifikatión til HM í fótbólti 2018
77. september 2018Tórsvøllur, Tórshavn Malta
1–0
3–1
UEFA Nations League 2018-19
825. september 2022Tórsvøllur Turkaland2–02–1UEFA Nations League 2022-23

Keldur

Slóðir úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.