Hornabóltur

Hornabóltur, á donskum og fleiri øðrum málum verður Baseball brúkt, er tjóðarítrótt í USA. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í New Jersey í 1846. Fyrsta landskappingin var í 1876, og nú á døgum er hornabóltur næstbest umtókta ítróttargrein í Amerika, beint aftanfyri amerikanskan fótbólt. Leikararnir hava handska á hondini og rimagrímu fyri andlitinum. Baseball-leikarar brúka bólttræ og harðan bólt. Siður er, at forsetin kastar fyrsta bóltin, tá ið landskappingin MLB (Major League Baseball) í hornabólti byrjar.

Hornabóltsvøllur Wrigley Field í Chicago.
Leikararnir hava handska á hondini og rimagrímu fyri andlitinum.

Ávísingar úteftir

  • mlb.com, Almenna heimasíðan hjá MLB
  • wbsc.org, Almenna heimasíðan hjá WBSC

Keldur

    Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.