Flesjarnar (Eysturoy)

Flesjarnar eru ein stór grynna við fleiri flesjum í sunnan úr Raktanga og lágan eystan úr Kaldbaksnesi, umleið miðskeiðis millum Eysturoy og Streymoy. Fleiri skip eru farin á Flesjunum, har dýpi um eitt stórt øki bert er heilt fáar metrar.

  • Uml. 1957 fórst skipið Goðanes (?) á flesjunum.
  • 10. januar 1984 fer farmaskipið Ólavur Gregersen úr Gøtu á Flesjarnar og verður vrak.
  • 2. august 2007 siglir russiski trolarin Olshana á Flesjarnar og stendur fastur. Tá hann verður togaður av aftur um náttina, søkkur skipið vestanfyri Flesjarnar á 70 metra dýpi.[1]

2. august 2021 rennur línuskipið Eivind á flesjarnar. Hann bleiv sleipaður av, og sleipaður til Havnar

Keldur

  1. "FSN.fo, Stórur russiskur trolari sokkin við Flesjarnar 3. august 2007". http://www.fsn.fo/Link/main.asp?SID=TidindiVidkad.asp&ID=55. Heintað 2012-06-26.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.