Eurovision Song Contest

Eurovision Song Contest, (Franskt: Concours Eurovision de la chanson), ofta stytt niður til ESC, Eurovision, ella EuroSong, er ein tónleikakapping, sum limir í European Broadcasting Union kunnu luttaka í. Talan er ikki bert um Evropa, men eisini um Norðurafrika, ein lítlan part av Miðeystri og norðara part av Asiu. Hetta er tí at sendinetið hjá EBU ikki bert fevnir um Evropa, men nøkur lond afturat uttanfyri heimspartamarkið. Hesi lond hava tí eisini møguleikan fyri at luttaka. Tónleikakappingin hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1956.

Kort sum vísir londini sum kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Tey myrkagrønu hava luttikið í minsta lagi einaferð.

Hvørt limaland sendir ein sang, ið verður framførdur beinleiðis í sjónvarpi og/ella útvarpi. Síðani atkvøða londini fyri tí sanginum í kappingini, ið eftir teirra tykki er best umtóktur. Ikki er loyvt at atkvøða fyri sínum egna landi.

Kappingin hevur verið send hvørt ár frá tí fyrstu kappingini í 1956, og er tað longst koyrandi sjónvarpsevni í heiminum. Kappingin er eisini eitt av teimum sjónvarpsevnunum í heiminum, ið savnar flestar áskoðarar, tá ítróttarsendingar ikki verða taldar við. Síðstu árini hevur áskoðaratalið ligið ímillum 100 og 600 milliónir kring heimin.[1] Eurovision hevur eisini verið víst uttanfyri Evropa millum annað í Argentina, Avstralia, Brasil, Brunei, Kanada, Kina, Kolumbia, Egyptalandi, India, Indonesia, Japan, Jordan, Malaisia, Meksiko, Nýsælandi, Filipsoyggjunum, Singapor, Suðurkorea, Suðurafrika, Suriname, Taivan, Teilandi, USA, Uruguay, Venesuela, og Vjetnam. Hesi lond hava tó ikki rætt til at luttaka. Eitt undantak hevur tó verið givið. Tað var í 2015, tá Avstralia var bjóðað at luttaka í sambandi við 60 ára hátíðarhald kappingarinnar.[2][3]

Síðani 2000 hevur kappingin eisini verið send yvir internetið ígjøgnum almennu heimasíðuna www.eurovision.tv.

At vinna Eurovision gevur listamonnum eina rúgvu av møguleikum og miðlaumtalu á yrkisleiðini. Artistar, ið eru vorðnir kendir av at hava luttikið í Eurovision, eru millum aðrar: italska Domenico Modugno, ið rakk triðja pláss í 1958 við sanginum "Nel blu dipinto di blu", betri kendur sum "Volare"; Svenski ABBA, ið vann kappingina í 1974 við sanginum "Waterloo"; Céline Dion, ið vann fyr Sveis í 1988 við franska sanginum "Ne partez pas sans moi"; spanski Julio Iglesias, ið rakk fjórða pláss í 1970, men hevur nú selt yvir 300 milliónir stakfløgur kring heimin; og bretski Bucks Fizz, ið vann í 1981 við sanginum "Making Your Mind Up".

Í Danmark og Noregi verða tær lokalu tónleikakappingarnar nevndar Melodi Grand Prix. Føroyar hevur ikki luttikið sum land, men fleiri føroyingar hava roynt seg í innleiðandi umførunum í Danmark, Svøríki og Íslandi. Í Danmark hava t.d. hesi luttikið: Jens Marni Hansen (2010), tónleikabólkurin The Dreams (2008), Petsi Tvørfoss (2004)[4] og Annika Hoydal (1979). Í Íslandi hevur Jógvan Hansen luttikið meir enn eina ferð, og í Svøríki hevur Brandur Enni luttikið, eisini meira enn einaferð.

Luttøka

ÁrLond sum luttóku fyri fystu ferð í kappingini
1956Belgia Belgia, Frakland Frakland, Týskland Týskland, Luksemburg, Niðurlond Niðurlond, Italia Italia, Sveis Sveis
1957Danmark Danmark, Stóra Bretland Stóra Bretland, Eysturríki Eysturríki
1958Svøríki Svøríki
1959Monaco Monako
1960Noreg Noreg
1961Finnland Finnland, Socialist Federal Republic of Yugoslavia Jugoslavia, Spania Spania
1964Portugal Portugal
1965Lýðveldið Írland Írland
1971Malta Malta
1973Ísrael Ísrael
1974Grikkaland Grikkaland
1975Turkaland Turkaland
1980Marokko Marokko
1981Kýpros Kypros
1986Ísland Ísland
1993 Bosnia-Hersegovina, Kroatia Kroatia, Slovenia Slovenia
1994Estland Estland, Ungarn Ungarn, Litava Litava, Pólland Pólland, Rumenia Rumenia, RusslandRussland, Slovakia Slovakia
1998Republic of Macedonia Makedónia
2000Lettland Lettland
2003Ukraina Ukraina
2004Albania Albania, Andorra Andorra, Hvítarussland Hvítarussland, Serbia og Montenegro
2005Bulgaria Bulgaria, Moldova Moldova
2006Armenia Armenia
2007Kekkia Kekkia, Georgia (land) Georgia, Montenegro Montenegro, Serbia Serbia
2008Aserbadjan Aserbadsjan, San Marino San Marino
2015Avstralia Avstralia

Listi yvir vertslond og vinnarar

ÁrVertsbýur, landVinnaralandVinnarasangurArtistur
1956Lugano, SveisSveis Sveis«Refrain»Lys Assia
1957Frankfurt, TýsklandNiðurlond Niðurlond«Net als toen»Corry Brokken
1958Hilversum, NiðurlondFrakland Frakland«Dors, mon amour»André Claveau
1959Cannes, FraklandNiðurlond Niðurlond«Een beetje»Teddy Scholten
1960London, Stóra BretlandFrakland Frakland«Tom Pillibi»Jacqueline Boyer
1961Cannes, Frakland Luksemburg«Nous les amoureux»Jean-Claude Pascal
1962Luksemburg, LuksemburgFrakland Frakland«Un premier amour»Isabelle Aubret
1963London, Stóra BretlandDanmark Danmark«Dansevise»Grethe & Jørgen Ingmann
1964Keypmannahavn, DanmarkItalia Italia«Non ho l'età»Gigliola Cinquetti
1965Napoli, Italia Luksemburg«Poupée de cire, poupée de son»France Gall
1966Luxembourg (býur), LuksemburgEysturríki Eysturríki«Merci, Chérie»Udo Jürgens
1967Wien, EysturríkiStóra Bretland Stóra Bretland«Puppet on a String»Sandie Shaw
1968London, Stóra BretlandSpania Spania«La, la, la»Massiel
1969[5] Madrid, Spania Spania Spania«Vivo cantando»Salomé
1969[5]Frakland Frakland«Un jour, un enfant»Frida Boccara
1969[5]Niðurlond Niðurlond«De troubadour»Lenny Kuhr
1969[5]Stóra Bretland Stóra Bretland«Boom bang a bang»Lulu
1970Amsterdam, NiðurlondLýðveldið Írland Írland«All Kinds of Everything»Dana
1971Dublin, ÍrlandMonaco Monako«Un banc, un arbre, une rue»Séverine
1972Edinburgh, Stóra Bretland Luksemburg«Après toi»Vicky Leandros
1973Luxembourg, Luksemburg Luksemburg«Tu te reconnaîtras»Anne-Marie David
1974Brighton, Stóra BretlandSvøríki Svøríki«Waterloo»ABBA
1975Stokkhólmur, SvøríkiNiðurlond Niðurlond«Ding-A-Dong»Teach-In
1976Den Haag, NiðurlondStóra Bretland Stóra Bretland«Save Your Kisses for Me»Brotherhood of Man
1977London, Stóra BretlandFrakland Frakland«L'oiseau et l'enfant»Marie Myriam
1978París, FraklandÍsrael Ísrael«A-ba'ni-bi»Izhar Cohen & Alphabeta
1979Jerúsalem, ÍsraelÍsrael Ísrael«Hallelujah»Milk and Honey & Gali Atari
1980Den Haag, NiðurlondLýðveldið Írland Írland«What's another year?»Johnny Logan
1981Dublin, ÍrlandStóra Bretland Stóra Bretland«Making your mind up»Bucks Fizz
1982Harrogate, Stóra BretlandTýskland Týskland«Ein bißchen Frieden»Nicole
1983München, Tyskland Luksemburg«Si la vie est cadeau»Corinne Hermès
1984Luxembourg, LuksemburgSvøríki Svøríki«Diggi-loo-diggi-ley»Herreys
1985Göteborg, SvøríkiNoreg Noreg«La det swinge»Bobbysocks
1986Bergen, NorgeBelgia Belgia«J'aime la vie»Sandra Kim
1987Brussel, BelgiaLýðveldið Írland Írland«Hold me now»Johnny Logan
1988Dublin, ÍrlandSveis Sveis«Ne partez pas sans moi»Céline Dion
1989Lausanne, SveisSocialist Federal Republic of Yugoslavia Jugoslavia«Rock Me»Riva
1990Zagreb, JugoslaviaItalia Italia«Insieme 1992»Toto Cutugno
1991Róm, ItaliaSvøríki Svøríki«Fångad av en stormvind»Carola
1992Malmö, SverigeLýðveldið Írland Írland«Why me?»Linda Martin
1993Millstreet, ÍrlandLýðveldið Írland Írland«In your eyes»Niamh Kavanagh
1994Dublin, ÍrlandLýðveldið Írland Írland«Rock 'n' Roll Kids»Paul Harrington & Charlie McGettigan
1995Dublin, ÍrlandNoreg Noreg«Nocturne»Secret Garden
1996Oslo, NoregLýðveldið Írland Írland«The voice»Eimear Quinn
1997Dublin, ÍrlandStóra Bretland Stóra Bretland«Love shine a light»Katrina and the Waves
1998Birmingham, Stóra BretlandÍsrael Ísrael«Diva»Dana International
1999Jerúsalem, ÍsraelSvøríki Svøríki«Take me to your heaven»Charlotte Nilsson
2000Stokkhólmur, SvøríkiDanmark Danmark«Fly on the wings of love»Brødrene Olsen
2001Keypmannahavn, DanmarkEstland Estland«Everybody»Tanel Padar & Dave Benton
2002Tallinn, EstlandLettland Lettland«I wanna»Marie N
2003Riga, LettlandTurkaland Turkaland«Everyway That I Can»Sertab Erener
2004Istanbul, TurkalandUkraina Ukraina«Wild Dances»Ruslana
2005Kiev, UkreinaGrikkaland Grikkaland«My number one»Elena Paparizou
2006Athen, GrikkalandFinnland Finnland«Hard Rock Hallelujah»Lordi
2007Helsingfors, FinlandSerbia Serbia«Molitva»Marija Serifovic
2008Beograd, SerbiaRussland Russland«Believe»Dima Bilan
2009Moskva, RusslandNoreg Noreg«Fairytale»Alexander Rybak
2010Oslo, NoregTýskland Týskland«Satellite»Lena Meyer-Landrut
2011Düsseldorf, TýsklandAserbajdsjan Aserbajdsjan«Running Scared»Eldar & Nigar
2012Baku, AserbajdsjanSvøríki Svøríki«Euphoria»Loreen
2013Malmö, SvøríkiDanmark Danmark«Only Teardrops»Emmelie de Forest
2014Keypmannahavn, DanmarkEysturríki Eysturríki«Rise Like A Phoenix»Conchita Wurst
2015Wien, Eysturríki Svøríki«Heroes»Måns Zelmerlöw
2016 Stokkhólmur, Svøríki Ukraina Ukraina «1944» Jamala
2017 Kiev, Ukreina Portugal Portugal «Amar pelos dois» Salvador Sobral
2018 Lissabon, Portugal Ísrael Ísrael «Toy» Netta

Keldur

  1. http://www.aljazeera.com/archive/2006/05/2008410141723346664.html Heintað tann 19.05.2015
  2. http://www.bbc.co.uk/pressoffice/pressreleases/stories/2002/05_may/16/eurovision_trivia.pdf Heintað tann 19.05.2015
  3. http://www.eurovision.tv/page/news?id=australia_to_participate_in_the_2015_eurovision_song_contest Heintað tann 20.05.2015
  4. "Tonleikur.fo, Petsi Friis Tvørfoss". http://www.tonleikur.fo/profile_petsitvorfoss.html. Heintað 2012-03-13.
  5. Í 1969 komu 4 lond á deilt fyrstapláss, eftirsum at reglarnar, sum avgerða hvat ið hendir um fleiri lond fáa líka nógv stig á fyrstaplássinum, ikki vóru gjørdar tá.

Slóðir úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.