Ballon d'Or

Ballon d'Or (Tann Gylti Bólturin) og ofta nevndur sum Ársins evropeiski fótbóltsleikari, var ein árligur fótbóltsvirðisløn, sum varð latin til tann leikaran ið fekk flestar atkvøður um at hava verið besti fótbóltsleikarin í einum kalendaraári. Tað var ábyrgdarblaðstjórin á France Football, Gabriel Hanot, ið fann uppá henda prísin, tá hann bað sínar starvsfelagar um at atkvøða fyri tí besta fótbóltsleikaranum í Evropa í 1956. Fyrsti vinnarin gjørdist Stanley Matthews frá FC Blackpool. Virðislønin varð latin frá 1956 til 2009.

Ballon d'Or frá ár 2000, sum Figo vann

Upprunaliga kundu ítróttajournalistarnir bert geva sínar atkvøður til evropeiskir leikarar, sum spældu í evropeiskum feløgum, sum eisini hevði tað avleiðing, at leikarar sum Diego Maradona (sum spældi fótbólt í einum evropeiskum felag, men ikki var evropeari) og Pelé (ið hvørki spældi í ella var úr Evropa) ikki kundi vinna heiðurslønina. Ein broyting í reglunum í 1995, førdi til at ikki-evropeiskir leikarar, fingu møguleika at vinna heiðurin, um teir spældu við einum evropeiskum felag. Tann fyrsti ikki-evropeiski leikarin, ið vann virðislønina var George Weah úr Liberia, ið spældi við A.C. Milan tað árið. Í 2007 fingu allir leikarar í heiminum møguleika at vinna virðislønina, og talið av journalistum ið høvdu atkvøðurætt vaks eisini; 96 journalistar úr øllum heiminum valdu teirra topp-5 leikarar, í mun til árið fyri, tá ið 52 evropeiskir journalistar atkvøddu.

Tríggir leikarar hava vunnið virðislønina tríggjar ferðir: Johan Cruyff, Michel Platini og Marco van Basten. Platini er tann einasti leikarin, ið hevur vunnið virðislønina trý ár á rað, tá hann vann prísin frá 1983 til 1985. Ronaldo gjørdist í 1997 tann fyrsti brasilski leikarin, ið vann prísin, eftir at ikki-evropeiskir leikarar fingu høvi til at vinna.

Við sjey í part eru tað týskir og niðurlendskir leikarar, ið hava vunnið gullbóltin hjá franska tíðarritinum flestar ferðir. Tey italsku feløgini Juventus og Milan hava vunnið flest heitið; seks leikarar hava vunnið 8 virðislønir, meðan teir hava spælt við hesi feløg. Tann síðsti ið vann gullbóltin var Lionel Messi, hann var tann triði argentinarin, ið vann heiðurin, men tann fyrsti argentinski statsborgarin.

Í 2010 vóru Ballon d'Or FIFA World Player of the Year hjá monnunum sligin saman til eina virðisløn, og heimsins besti mannligi fótbóltsleikarin hevur síðan vunnið FIFA Ballon d'Or hvørt ár. UEFA upprættaði í 2011 UEFA Ársins leikari í Evropa-virðislønina.

Listi yvir virðirslønamóttakarar

Alfredo Di Stéfano (vinnari 1957 og 1959)
Gerd Müller (vinnari 1970)
Johan Cruyff (vinnari 1971, 1973 og 1974)
Franz Beckenbauer (vinnari 1972 og 1976)
Kevin Keegan (vinnari 1978 og 1979)
Karl-Heinz Rummenigge (vinnari 1980 og 1981)
Michel Platini (Vinnari 1983–1985)
Marco van Basten (vinnari 1988, 1989 og 1992)
Ronaldo (vinnari 1997 og 2002) var í 1997 tann yngsti vinnarin
  • Ár: Árið, ið leikarin varð heiðraður
  • Navn: Navnið á fótbóltsleikaranum
  • Tjóðskapur: Tjóðskapurin hjá vinnandi leikaranum
  • Felag: Felagið, har tann heiðraði leikarin var aktivur. Tá ein leikari hevur spælt fyri fleiri feløg, verður tað fyrsta felagið nevnt.
  • Annaðpláss og Triðjapláss: Leikarar, ið vóru á øðrum og triðjaplássi.
  • Grøn markering: Grøn markering vísir, at leikarin sama árið varð kosin FIFA World Player of the Year, hesin heiðurin varð latin árini 1991 til 2009.
Ár Navn Tjóðskapur Felag Annaðpláss Triðjapláss
1956Stanley Matthews Ongland FC BlackpoolSpania Alfredo Di StéfanoFrakland Raymond Kopa
1957Alfredo Di Stéfano Spania Real MadridOngland Billy WrightOngland Duncan Edwards
Frakland Raymond Kopa
1958Raymond Kopa Frakland Real MadridTýskland Helmut RahnFrakland Just Fontaine
1959Alfredo Di Stéfano Spania Real MadridFrakland Raymond KopaWales John Charles
1960Luis Suárez Miramontes Spania FC BarcelonaUngarn Ferenc PuskásTýskland Uwe Seeler
1961Omar Sívori Italia Juventus F.C.Spania Luis SuárezOngland Johnny Haynes
1962Josef MasopustKekkoslovakia Kekkoslovakia Dukla PragPortugal EusébioTýskland Karl-Heinz Schnellinger
1963Lew Jaschin Sovjetsamveldið Dynamo MoskauItalia Gianni RiveraOngland Jimmy Greaves
1964Denis Law Skotland Manchester UnitedSpania Luis SuárezSpania Amancio Amaro Varela
1965Eusébio Portugal Benfica LissabonItalia Giacinto FacchettiSpania Luis Suárez
1966Bobby Charlton Ongland Manchester United Portugal EusébioTýskland Franz Beckenbauer
1967Flórián Albert Ungarn Ferencváros BudapestOngland Bobby CharltonSkotland Jimmy Johnstone
1968George Best Norðurírland Manchester UnitedOngland Bobby CharltonSocialist Federal Republic of Yugoslavia Dragan Džajić
1969Gianni Rivera Italia AC MailandItalia Luigi RivaTýskland Gerd Müller
1970Gerd Müller Týskland FC Bayern MünchenOngland Bobby MooreItalia Luigi Riva
1971Johan Cruyff Niðurlond Ajax AmsterdamItalia Sandro MazzolaNorðurírland George Best
1972Franz Beckenbauer Týskland FC Bayern MünchenTýskland Gerd Müller og
Týskland Günter Netzer
1973Johan Cruyff Niðurlond Ajax Amsterdam
FC Barcelona
Italia Dino ZoffTýskland Gerd Müller
1974Johan Cruyff Niðurlond FC BarcelonaTýskland Franz BeckenbauerPólland Kazimierz Deyna
1975Oleg Blokhin Sovjetsamveldið Dynamo KiewTýskland Franz BeckenbauerNiðurlond Johan Cruyff
1976Franz Beckenbauer Týskland FC Bayern MünchenNiðurlond Rob RensenbrinkKekkoslovakia Ivo Viktor
1977 Allan Simonsen  DanmarkBorussia MönchengladbachOngland Kevin Keegan Frakland Michel Platini
1978Kevin Keegan Ongland Hamburger SVEysturríki Hans KranklNiðurlond Rob Rensenbrink
1979Kevin Keegan Ongland Hamburger SVTýskland Karl-Heinz RummeniggeNiðurlond Ruud Krol
1980Karl-Heinz Rummenigge Týskland FC Bayern MünchenTýskland Bernd SchusterFrakland Michel Platini
1981Karl-Heinz Rummenigge Týskland FC Bayern MünchenTýskland Paul BreitnerTýskland Bernd Schuster
1982Paolo Rossi Italia Juventus F.C.Frakland Alain GiressePólland Zbigniew Boniek
1983Michel Platini Frakland Juventus F.C.Skotland Kenny Dalglish Danmark Allan Simonsen
1984Michel Platini Frakland Juventus F.C.Frakland Jean TiganaDanmark Preben Elkjær Larsen
1985Michel Platini Frakland Juventus F.C.Danmark Preben Elkjær LarsenTýskland Bernd Schuster
1986Igor Belanow

Sovjetsamveldið

Dynamo KiewOngland Gary LinekerSpania Emilio Butragueño
1987Ruud Gullit Niðurlond PSV Eindhoven
AC Mailand
Portugal Paulo FutreSpania Emilio Butragueño
1988Marco van Basten Niðurlond AC MailandNiðurlond Ruud GullitNiðurlond Frank Rijkaard
1989Marco van Basten Niðurlond AC MailandItalia Franco BaresiNiðurlond Frank Rijkaard
1990Lothar Matthäus Týskland Inter MailandItalia Salvatore SchillaciTýskland Andreas Brehme
1991Jean-Pierre Papin Frakland Olympique MarseilleTýskland Lothar Matthäus
Socialist Federal Republic of Yugoslavia Darko Pančev og
Socialist Federal Republic of Yugoslavia Dejan Savićević
1992Marco van Basten  NiðurlondAC MailandBulgaria Christo StoitschkowNiðurlond Dennis Bergkamp
1993Roberto Baggio  ItaliaJuventus F.C.Niðurlond Dennis BergkampFrakland Éric Cantona
1994Christo Stoitschkow Bulgaria FC BarcelonaItalia Roberto BaggioItalia Paolo Maldini
1995George Weah Liberia Paris St. Germain
AC Mailand
Týskland Jürgen Klinsmann Finnland Jari Litmanen
1996Matthias Sammer Týskland Borussia DortmundBrasil Ronaldo Ongland Alan Shearer
1997Ronaldo Brasil FC Barcelona
Inter Mailand
Socialist Federal Republic of Yugoslavia Predrag Mijatović Frakland Zinédine Zidane
1998Zinédine Zidane  FraklandJuventus F.C.Kroatia Davor ŠukerBrasil Ronaldo
1999Rivaldo Brasil FC BarcelonaOngland David BeckhamUkraina Andrij Schewtschenko
2000Luís Figo Portugal FC Barcelona
Real Madrid
Frakland Zinédine ZidaneUkraina Andrij Schewtschenko
2001Michael Owen Ongland FC LiverpoolSpania Raúl González BlancoTýskland Oliver Kahn
2002Ronaldo Brasil Inter Mailand
Real Madrid
Brasil Roberto Carlos da Silva Týskland Oliver Kahn
2003Pavel Nedvěd Kekkoslovakia Juventus TurinFrakland Thierry HenryItalia Paolo Maldini
2004Andrij Schewtschenko Ukraina AC MailandPortugal DecoBrasil Ronaldinho
2005Ronaldinho  BrasilFC BarcelonaOngland Frank LampardOngland Steven Gerrard
2006 Fabio Cannavaro Italia Juventus F.C.
Real Madrid
Italia Gianluigi Buffon Frakland Thierry Henry
2007Kaká  BrasilAC MailandPortugal Cristiano RonaldoArgentina Lionel Messi
2008 Cristiano Ronaldo Portugal Manchester UnitedArgentina Lionel MessiSpania Fernando Torres
2009Lionel Messi ArgentinaFC BarcelonaPortugal Cristiano RonaldoSpania Xavi
Síðan 2010 er heimsins besti spælari kosin við FIFA Ballon d’Or.

Keldur

    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.