17. august

17. august er dagur 229 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 230 um skotár er). 136 dagar eru eftir av árinum.

<< august 2022 >>
Mi Fr Le Su
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
293031
MMXXII

Gabon og Indonesia halda tjóðardag 17. august.

Hendingar

  • Tónleikafløga (Compact Disc)
    1740 - Benedict XIV pávi, áður kendur sum Prospero Lambertini tekur yvir frá Clement XII, og gerst pávi nummar 247.
  • 1883 - Tjóðsangur Dominikanalýðveldisins, Himno Nacional, verður framførdur alment fyri fyrstu ferð.
  • 1908 - Fantasmagorie, fyrsti animeraði teknifilmurin, gjørdur av Émile Cohl, verður vístur í París, Fraklandi.
  • 1960 - Gabon fær fullveldi frá Fraklandi.
  • Bill Clinton
    1962 - Peter Fechter verður skotin og letur lív í Týsklandi, tá hann roynir at sleppa yvirum tann nýggja Berlinmúrin.
  • 1978 - Double Eagle II gerst fyrsta luftballón, ið flýgur yvir Atlantshavið. Ballónin lendir í Miserey, Fraklandi, 137 tímar aftaná at hon fer frá Presqueoyggj, Maine, USA.
  • 1982 - Tær fyrstu tónleikafløgurnar (Compact Disc) verða givnar út í Týsklandi.
  • Michael Phelps
    1998 - Lewinsky skandalan: Bill Clinton, forseti USA, viðgongur á bandi, at hava átt "improper physical relationship" (ósømandi kynsligt samband) við Monicu Lewinsky, lærlingi í Hvíta Húsinum. Sama dag viðgongur hann í sjónvarpi, fyri amerikonsku tjóðini, at hann ikki hevur tosað satt um samband teirra.
  • 1999 - Ein jarðskjálvti, ið málar 7.4 á Richterstiganum, rakar Ísmit í Turkalandi. 17.000 fólk lata lív, og 44.000 verða skadd.
  • 2005 - Yvir 500 bumbur verða brostnar av yvirgangsfólki á 300 støðum í Bangladesj.
  • 2008 - Amerikanski svimjarin Michael Phelps, gerst fyrsti persónur at vinna 8 medaljur á somu Olympisku Leikum.

Fótbóltur

Grindir

Føðingar

Andlát

  • 1969 - Otto Stern, týskur alisfrøðingur og Nobel-vinnari (f. 1888)
  • 1987 - Rudolf Hess, týskur hermaður og politikari (f. 1894)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.