1. juli

1. juli er dagur 182 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 183 um skotár er). 183 dagar eru eftir av árinum.

<< juli 2024 >>
Mi Fr Le Su
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
293031
MMXXIV

Hendingar

  • 1523 - Tveir augustinaramunkar, Johann Esch og Heinrich Voes, verða brendir á báli av katólskum myndugleikum í Brússel vegna sína luthersku trúgv. Teir eru teir fyrstu, sum doyggja fyri luthersku trúnna.
  • 1569 - Kongsríki Pólland og stórhertogadømið Litava verða løgd saman í Samveldið Pólland-Litava.
  • 1690 - Orrustan við Boyne-ánna í Írlandi.
  • 1863 - Trælahald verður avtikið í Surinam og á Niðurlendsku Antillunum. Ein 10 ára skiftistíð fram til 1873 verður tó ásett í lógini.
  • 1963 - Vága floghavn letur fyri fyrstu ferð upp fyri vanligari flogferðslu.
  • 2000 - Nýggju ung fólk verða traðkaði í hel á Pearl Jam-konsertini á Roskilde Festival.
  • 2002 - Tvey flogfør bresta saman í loftrúminum yvir býunum Owingen og Überlingen í Týsklandi, 71 fólk ið vóru við flogførunum lótu lív.

Føðingar

Andlát

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.