Vinstrahallur politikkur

Vinstrahallur politikkur er eitt uppbýti av politikki, har nakrir politiskir flokkar, ið hava ávís felags eykenni, sum sosisalismu ella kommunismu, vera bólkaðir. Í Føroyum vera Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi av núverandi politiskum flokkum í Føroyum vanliga sagdir at vera vinstrahallir. Av fyrrverandi vinstrasinnaðum politskum flokkum í Føroyum kunnu nevnast Verkamannafylkingin, Oyggjaframi, Føroyskir Sosialistar, Kommunistiski Flokkur Føroya og Sosialistiski Loysingarflokkurin.

Í Noregi verða flokkarnir Rødt, NKP, Sosialistisk Venstreparti og Arbeiderpartiet roknaðir fyri at vera vinstrahallir. Í Danmark eru tað flokkarnir Socialdemokraterne, SF - Socialistisk Folkeparti og Eindarlistin roknaðir fyri at vera vinstrahallir flokkar. Heitini vinstahallur og høgrahallur politikkur koma úr fronsku kollveltingini, har ið teir radikalu og kollveltingarsinnaðu sótu vinstrumegin formannin í tí provisoriska tjóðartinginum, meðan teir konservativu og moderatu sótu høgrumegin. Í politikki verður eisini tosað um flokkar sum bæði eru til vinstru og til høgru og hvørki kunnu flokkast til vinstu ella til høgru, og tí verða kallaðir miðflokkar ella flokkar sum eru á miðjuni í politikki.

Flokkarnir ið eru vinstrasinnaðir hava tað til felags, at teir stríðast fyri javnrættindum, at tað ikki skulu vera klassamunur á fólki, fyri rættvísum býti innanlendis og altjóða og at hetta skal henda við at hava eina sterka tjóð sum veitir nógvar vælferðartænastur og spælir aktivan leiklut í vinnulívinum. Tað er stórur munur á teimum ymisku vinstrahallu flokkunum í Norðurlondum, um hvussu stóran aktivan leiklut ið tjóðin veruliga skal hava, men tó eru hesir flokkar í høvuðsheitum samdir í at infrakervið umframt grundleggjandi vælferðartænastur sum útbúgving og heilsa eiga at vera ábyrgdin hjá tí almenna. Teir víðgongdu vinstrahallur flokkarnir fara uppaftur longur og ynskja at avtaka tann privata ognarrættin fullkomiliga. Eitt annað felagsheiti fyri vinstrahallan politikk er ein skepsis móti teimum fríu marknaðarkreftunum og kapitalismuni, tí at hesi føra klassamun við sær.

Keldur

    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.