Victoria (British Columbia)

Victoria er ein býur nærindis Kyrrahavsstrondini í vestara parti av Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum British Columbia.

Victoria, British Columbia
Kort
Grunddáta
Land: Kanada
Landslutur: British Columbia
Vídd:19,5 km²
Íbúgvar (2016):85.800
fyri km²:
Heimasíða:www.victoria.ca

Victoria liggur uml. 100 km sunnan fyri Vancouver, heilt úti á landsynningsendanum á oynni Vancouver Island, beint við markið til stakríkið Washington í USA. Amerikanski stórbýur Seattle er uml. 100 km í ein landsynning úr Victoria. Tað 154 km langa og 20 til 40 km breiða sundið sunnan fyri oynna eitur Strait of Juan de Fuca. Sundið á markinum millum Kanada og USA er ein partur av Salish Sea.

Í 2016 búðu í Victoria umleið 85.800 fólk.[1] Býurin varð grundlagdur undir heitinum Fort Victoria í 1843.

Ávísingar úteftir

Keldur

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.