Viðoy

Viðoy er ein oyggj í Føroyum, sum liggur í oyggjabólkinum ið verður nevndur Norðoyggjar, hon er 40,4 m2 til víddar. Viðoy hevur navn eftir tí nógva rekaviði, sum kemur á land í Viðvík á eystursíðuni á oynni. Høvuðsbygdin er Viðareiði, sum er kend fyri sín náttúruvakurleika og hevur verið prestasæti frá fornari tíð. Viðareiði er norðasta bygd í Føroyum. Norðan fyri bygdina røkkur Villingadalsfjall upp í 844 m hædd, tað hægsta fjallið í Norðuroyggjum og nr. 3 í Føroyum. Norðurendin á Viðoynni er Enniberg, sum reisur seg sum ein 754 m høgur og steyrrættur múrur upp frá sjónum. Sagt verður at Enniberg er eitt tað brattasta forberg í verðini, og tað hægsta í Evropa, sum liggur við opið hav. Viðoy er norðasta oyggj í Føroyum.

Viðoy
Landafrøði
Vídd40,4 km²
Vatn0,0 %
Umsiting
Land Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal597 (2013)
Íbúgvatættleiki16,2 /km²

Í august og september hoyrdust ógvuslig buldur á Viðoynni, á Viðareiði, og fólk føldu eisini ristingar við hvørt. Jarðfeingi var har norður og royndi at finna eina orsøk til buldrini og ristingarnar, men tey funnu onga orsøk. Buldrini hildu uppat aftur, eftir at hava vart í nakrar vikur.[1]

Bygdir

Á Viðoy eru tvær bygdir – Viðareiði norðanfyri og Hvannasund longur suðuri.

Keldur

  1. Aktuelt.fo, Viðareiði: Tað buldrar enn undir bygdini
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.