Viðarlundin

Viðarlundin í Havn er størsta viðarlund í Føroyum. Viðarlundin verður eisini rópt Plantasjan. Viðarlundin fór illa í eini ódn í 1988.

Standmyndin sum stendur í Viðarlundini er til minnis um føroyskir sjómenn sum lótu lív á sjónum undir Seinna Heimsbardaga.

Sangurin "Eitt sunnukvøld í Plantasjuni", sum Simme gav út í 1957, gjørdist ein sonn landaplága, og fimti ár seinni varð sangurin kosin "Størsta landaplágan í Føroya søgu" av Útvarpið Føroya.[1] Sangurin útkom sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda. Plátan var ein av teimum fyrstu føroysku tónleika útgávunum.[2]

Í Viðarlundini rennur Havnará. Har er eitt lítið vatn mitt í Viðarlundini, har dunnur og svanar halda til, benkur standa rundan um vatnið og aðrastaðnis í Viðarlundini. Havnarfólk og vitjandi dáma væl at ganga túr í Viðarlundini. Viðarlundin er millum Varðagøtu, Gundadalsveg og Hoydalsveg. Listasavn Føroya er í norðara enda av Viðarlundini.[3]

Ein standmynd stendur á einum heyggi mitt í viðarlundini. Standmyndin er minnsvarði til minnis um teir 210 føroysku sjómenninar, ið lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.[4]

Myndir úr Viðarlundini

Keldur

  1. Planet.portal.fo, Tær 10 størstu landaplágurnar
  2. Portal.fo
  3. Art.fo
  4. Fiskimannafelag.fo
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.