VB

VB, Vágs Bóltfelag varð stovnað í 5. juni 1905 í Vági. Felagið hevur verið bæði fótbóltsfelag og hondbóltsfelag. Eitt skifti í 1980'unum og 90'unum var eisini eitt flogbóltsfelag sum nýtti navnið VB. Badminton hevur eisini verið íðkað við navninum VB. Einasta ítróttargrein sum í dag brúkar navnið VB er hondbólturin. VB er sostatt eitt hondbóltsfelag í Suðuroynni. VB hevur havt eitt lið við í bestu deildini hjá kvinnum í mong ár.

Vágs Bóltfelag
Navn Vágs Bóltfelag
Kelinavn VB
Stovnað 1905
Leikvøllir Vágshøll
Rúmd 500
Formaður Føroyar Vigdis Nolsøe
Høvuðsvenjari Danmark Claus Rasmussen
Liga Elektron Kappingin
2012 3
Heimavøllur
Útivøllur
VB kvinnurnar gjørdust nummar tvey í Steypakappingini í 2012 og 2013. Hetta er beint eftir finaluna móti Neistanum í februar 2013. Bára Krosslá Mortensen og venjararnir mangla á myndini.
VB kvinnur í Sunsetdeildini í dysti móti Neistanum, mars 2011.
VB - VÍF í november 2011. VB vann henda dystin 33-16.
VB - Neistin dreingir 16 ár í desember 2011. VB vann henda dystin 22-18.
VB og Stjørnan í steypafinaluni Coca-Cola Cup 2012. Stjørnan vann 27-23.

VB kvinnur í Sunsetdeildini 2012/13

Plássini í talvuni niðanfyri eru bert vegleiðandi.

NR.NAVNLANDPLÁSS
2Rannvá Augustinussen FøroyarVongur
3Una Nolsøe FøroyarVinstri vongur
4Bjarta Hergeirsdóttir FøroyarStrika
5Una Egilsdóttir FøroyarBakkur mitt fyri
6Bára Krosslá Mortensen FøroyarStrika
7Rúna Midjord Jacobsen FøroyarHøgri vongur
8Gurið Mortensen FøroyarVinstri bakkur
9Tamara Seja Radic SerbiaMiðja
10Helga Eyðunsdóttir Kjærbo FøroyarVinstri vongur
11Marijana Trebojevic SerbiaMiðja
12Beinta Ludvig Gudmundsson FøroyarMálmaður
14Birita Hermansdóttir Olsen FøroyarVinstri vongur
15Laila Midjord Jespersen FøroyarStrika
17Christina Holm FøroyarStrika
18Andrea Nielsen FøroyarHøgri bakkur
22Guðrun í Lágabø FøroyarMálmaður

Fótbóltsfelagið eitur nú FC Suðuroy

VB fótbóltur er ikki til longur. Felagið broytti navn nakrar ferðir í samband við samanlegging við Sumbiar Ítróttarfelag. Í 1995 nevndist felagsliðið Sumba/VB. Tað samstarvið vardi bert eitt ár, so fóru tey sundur aftur. Men 10 ár seinni løgdu VB og Sumbiar Ítróttarfelag aftur saman. Fótbóltsfelagið kom tá at eita VB/Sumba árini 2005-2009. Sumba var eitt fótbóltsfelag úr Sumba, sum varð stovnað í 1949. VB og Sumba hava sum nevnt lagt liðini saman til eitt felagslið sum nevndist VB/Sumba fram til 31. desember 2009. Frá 1. januar 2010 skiftið felagsliðið hjá VB/Sumba navn til FC Suðuroy. FC Suðuroy spældi í bestu deildini, Effodeildini, í 2010 og 2012, í 2013 og 2014 hevur felagið leikt í næstbestu deildini. Kvinnurnar hjá FC Suðuroy spæla heldur ikki í bestu deildini í løtuni (2014).

VB Føroyameistari í fótbólti

VB hevur einaferð vunnið føroyameistarheitið í fótbólti, tað var í 2000.

VB føroyameistari í hondbólti

Kvinnuliðið hjá VB hondbólti hevur tríggjar ferðir verið føroyameistari: Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine

  • 1950
  • 2003
  • 2005

VB steypavinnari í hondbólti

VB kvinnurnar hava tvær ferðir vunnið steypakappingina í hondbólti:[1]

  • 1993
  • 2003

Keldur

  1. hsf.fo

Ávísingar úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.