Venceslaus Ulricus Hammershaimb

Venceslaus Ulricus Hammershaimb (25. mars 1819 í Sandavági - 9. apríl 1909 í Keypmannahavn) var ein føroyskur prestur, politikari og málfrøðingur. Hann er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Foreldur hansara vóru Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm. Hann gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Í 1855 varð hann innsettur sum prestur í Kvívík. Í 1862 gjørdist hann prestur á Nesi í Eysturoy, og próstur frá 1867. Her læt hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað. Hann sat á løgtingi trý skeið. Síðan flutti hann í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva. Í Sandavági varð minnisvarði reistur í 1919, V.U. Hammershaimb til heiðurs.

Venceslaus Ulricus Hammershaimb
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. mar 1819 í/á Sandavágur
Andaðist 8. apr 1909 í/á Keypmannahavn
Starv philologist, høvundur, pastor
Trúgv Lutheranisma
Børn Hjalmar Hammershaimb
Mál Danskt mál, Føroyskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000 0000 8378 2642
VIAF 44670803
LCAuth nr95044745
Commons Venceslaus Ulricus Hammershaimb

Hammershaimb eigur stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað var hann, sum gav føroyska málinum bókstavin Ð. Við íblástri frá vinmanni sínum, Jóni Sigurðssyni, professara og málfrøðingi úr Íslandi, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis sum tað verður framborið.

Hammershaimbsættin er gomul í Føroyum. Fyrstur í Føroyum av hesi ætt var langabbi V.U. Hammershaimb, Jørgen Frants de Hammershaimb, sum varð føddur í Keypmannahavn 31. oktober í 1688. Hann starvaðist hjá Gablunum og kom soleiðis til Føroya at vera fúti í 1723. Hann giftist sama ár við danskari konu, tey fingu tvey børn.

Konan doyði tíðliga, og tá giftist Jørgen Frants de Hammershaimb uppaftur við Elisabeth Christine Samuelsdatter, dóttir Samuel Pedersen Lamhauge, løgmann, í Nýggjustovu í Havn. Tey fingu 13 børn – og eitt teirra var V. U. Hammershaimb, sum eisini var fúti. Hann fekk sonin Jørgen Frantz Hammershaimb, sum var Føroya síðsti løgmaður, áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816. Jørgen Frants giftist eisini í Nýggjustovu í Havn, eins og abbin, við Armgard Mariu Egholm, og fingu tey bæði sonin Venceslaus Ulricus Hammershaimb og dóttrina Marie Louise Hammershaimb, sum var ógift.[1]

Føroyska tíðarritið Vencil, sum er komið út tvær ferðir um árið síðan 2006, er uppkallað eftir Vencil Ulricus Hammershaimb.[2]

Útgivið

  • 1848 - Meddelelser fra en Rejse paa Færøerne 1847 — 48
  • 1848 - Óluvu kvæði med Melodi optegnet af H. Rung
  • 1848 - Færøiske kvæder henhørende til Hervarar Saga
  • 1850 - »Færøiske folkesagn» (16 í tali), »Færøske ordsprog« (527 í tali), »Færøske talemaader« (78 orðafelli) og »Færøske skikke og lege« (7 dømi).[3]
  • 1850 - »Barneviser og Ramser« (15 í tali)
  • 1850 - »Færøske Gaader« (72 í tali)
  • 1850 - »Færøske Folkesagn« (6 í tali).
  • 1852 - Færøske Kvæder, København; 2. útgáva, Føroyar 1969
  • 1891 - Færøsk Anthologi I. Tekst samt historisk og grammatisk Indledning, København; 2. útgáva, Tórshavn 1969

Keldur

  1. Eirikur Lindenskov, Sosialurin, 8. apríl 2009
  2. Vencil.wordpress.com Hvar er rák? - Ummæli í Dimmalætting/Skáanum 27. oktober 2006. Kinna Poulsen hevur skrivað.
  3. "Hammershaimb, V. U. - Snar.fo". 2013-07-01. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-01. http://archive.today/RIRRg.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.