Vín
Vín er gjørt úr góðari vínberjasaft, sum gerar. Tá verður vínberjasukrið til koldioxid og alkohol. Í høvuðsheitum verður tað býtt upp í bólkar av høvuðsvínum: borðvín, brúsandi vín og heitvín. Hesir bólkar eru býttir eftir framleiðsluháttunum. Rósuvín, hvítvín og reyðvín verða nevnd borðvín. Fruktvín verður gjørt burtur úr frukt, til dømis blommum ella súreplum. Alkohol, er í víni og brennivíni. Í mong túsund ár hava fólk bryggjað vín. Gomlu grikkarnir drukku vín fyri fleiri enn 4000 árum síðan.
Í Føroyum er tað bara Rúsdrekkasøla Landsins (Rúsan), sum hevur loyvi at selja vín og brennivín, umframt at matstovur og barrir og líknadi støð kunnu søkja um skeinkiloyvi frá Loyvisnevndini.
Sløg
- Fruktvín
- Cider
- Most
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.