Uni Næs

Uni Næs, er føddur 13. februar 1957 í Vági. Hann er prestvígdur í Vesturkirkjuni í Tórshavn í 1988, og er í dag Dómpróstur Føroya.

Hann bleiv studentur í Tórshavn í 1977 og Cand. theol á Aarhus Universiteti í 1986.[1]

Uni hevur virka sum sóknarprestur og dómpróstur í fylgjandi prestagjøldum:

  • Suðurstreymoyar vestara prestagjald (1988)
  • Norðstreymoyar prestagjald við tænastuskyldu í Vága prestagjaldi (1992 - 2000)
  • Fuglafjarðar prestagjald (2000 - 2010)
  • Suðurstreymoyar eystara prestagjald og Dómpróstur Føroya (2010 og fram)

Keldur

  1. "Dómpróstur". Fólkakirkjan. https://www.folkakirkjan.fo/folkakirkjan/um-folkakirkjuna/domprostaembaetid/domprostur/. Heintað 29-09-2020.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.