Tyrlur
Tyrlan er fjølbroyttasta maskinan, ið er á flogi. Hon flýgur frameftir, aftureftir ella eftir lið. Hon kann eisini fara beint oppeftir og niðureftir ella bara hanga í sama stað. Tyrlan kann fara uppfrá ella seta seg og henni nýtist onga flogbreyt. Tí er hon hent, har ið illa er atkomandi og á sjónum. Eisini kann hon seta seg ovast á háhúsum. Tyrlur eru í nógvum støddum. Tann minsta er ætlað eittans fólki, og tann størsta kann sum einki lyfta ein lastbil.
![](../I/HH-65C_Dolphin.jpg.webp)
![](../I/HH-43_Huskie_of_IIAF.jpg.webp)
Tyrlan hevur ein ella tveir tyrlar, sum fáa hana uppfrá, og sum seta ferð á frameftir. Úr tyrlisbløðunum kemur megin, sum fær tyrluna á flog. Tyrlisbløðini eru úr sterkum plasti. Ukreinski amerikamaðurin, Igor Sikorsky, bygdi VS 300 í Connecticut í 1939. Hetta var fyrsta tyrlan við einum tyrli, og síðan hava tyrlur líktst henni.