Tuberklar

Tuberklar (tuberculosis) er smittandi sjúka elvd av tuberklabakterium: Mycobacterium tuberculosis, Mycobacterium africanum ella Mycobacterium bovis. Bakterian kann loypa á ein og hvønn part í kroppinum, men sum oftast setur sjúkan seg í lunguni. Bakterian, ið elvir til sjúkuna, varð funnin av Roberti Koch í 1882.

Eitt fólk við ikki viðgjørdari lungnatuberklasjúku kann smitta, tá ið tað harkar og hostar slím upp. Tað er fyrst og fremst fólk í húskinum, ið verða smittað. Røsk fólk eru ógvuliga mótstøðufør móti smittu, men er ein heilsuliga veikur, er lættari at verða smittaður. Eru 100 fólk í smittuvanda, verða umleið 30 smittað. Men millum hesi 30 fer bert ein til tveir persónar at fáa tuberkulosu innan 1 til 2 ár, og afturat hesum fara 1 til 2 persónar seinni at fáa tuberkulosu. Hetta merkir, at millum 100 persónar, ið vera fyri smittu við tuberkulosu fáa bert 4 sjúkuna. Restin fær ongantíð tuberkulosu.[1]

Tuberklar í Føroyum

Tuberklar í Føroyum 1998-2012
ÁrFráboðanir
20122
20112
20102
20090
20081
20071
20061
20050
20040
20031
20020
20011
20006
19992
19983

Í fyrra helmingi av 20. øld vóru tuberklar rættiliga vanligir í Føroyum, tað smittaði serliga illa umborð á føroysku sluppunum, har menninir búðu tætt saman. Tá ið teir komu heim smittaðu teir so konu og børn. Nógv doyðu av sjúkuni. Í nýggjari tíð er sjúkan ikki so deyðilig sum fyrr, nú eru nógv betri viðgerðarmøguleikar. Tað hava tað verið einstakir tilburðir í Føroyum í nýggjari tíð, í 2013 vóru tríggir nýggir tilburðir og nógv fólk vórðu kannað fyri sjúkuni. Tey, sum vóru sjúk, vóru ein mamma og pinkubarn hennara, sum búðu í Streymoy og eitt smábarn í Suðuroy.[2]

Keldur

  1. "landslaeknin.fo, Tíðindabræv um tuberklar". http://www.landslaeknin.fo/Nyheder/T%C3%AD%C3%B0indabr%C3%A6v%20um%20tuberklar.aspx. Heintað 2014-04-16.
  2. "landslaeknin.fo, Tíðindabræv um tuberklar". http://www.landslaeknin.fo/Nyheder/T%C3%AD%C3%B0indabr%C3%A6v%20um%20tuberklar.aspx. Heintað 2014-04-16.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.