Torradagar

Torradagar kallast mentanarvika, ið verður hildin í Klaksvík í torra, fyrstu ferð í 2007. Torri - ella í torra - kallast mánamánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar og varir í 4 vikur fram, tað er eina mánaringrás.

Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini er ætlanin at skipa fyri fyrilestrum um fiskivinnuna í dag og fáa serfrøðingar frá fiskirannsóknarstovuni at greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum. Heilsukafé, forkunnug fiskamatarskrá og torrasvimjing eru bert nøkur av áhugaverdu tiltøkunum úr Torrarúgvuni.[1]

Keldur

  1. VisitNordoy.fo, Torradagar
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.