Toftavatn

Toftavatn er vatn í Føroyum í Eysturoynni, 0,51 km² til víddar. Fjórðstørsta vatn í Føroyum er Toftavatn, sum liggur í heyggjalendinum millum Runavík og Rituvík. Vatnið er tvíbýtt millum grannakommunurnar báðar; sunnara hálvan av vatninum er heimahoyrandi í Nes Kommunu, í meðan partur av norðaru hálvuni hoyrir heima í Runavíkar kommunu.

Umgirt av lyngvaksnum heygum og túgvum er Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum. Tað liggur uml. 15 metrar yvir havfløtuni og størsta dýpd er uml. 22 metrar. Framvið vatnbakkanum stinga klettar seg út sum smá nes og prýða um vatnið.

Við norðurendan er Toftavatn skilt av einari manngjørdari byrging, sum varð bygd fyrst í 20. øld. Frá gamlari tíð hava menn skorið torv har um leiðir og byrgingin var løgd fyri at stytta um vegin, tá torvið varð flutt oman til Toftir.

Dýralívið og plantulívið

Toftavatn úr loftrúminum
Toftavatn úr loftrúminum, við Skálafjørðinum og Runavíkini aftanfyri.

Vatnið liggur í størsta lyngheiði á oyggjunum – og á heygunum vaksa trý sløg av lyngi. Heiðalyngur (Calluna vulgaris), sum blómar seint um summarið, er tað mest vanliga lyngslagið í økinum. Sjáldsamari er klokkulyngurin (Erica tetralix) við sínum vøkru blómuklokkum. Harafturat er so tann vanligi krákuberjalyngurin (Empetrum nigrum), sum blómar í mai. Av øðrum plantum kunnu vit nevna mýrigras (Eriphorum angustifolium), børkuvísa (Potentila erecta) og túvu-skúsgras (Scirpus caespitosus) – umframt mangar aðrar vanligar og óvanligari plantur.

Økið rundan um Toftavatn, Húshagi og Mýrurnar, hoyrir til undir Føroya Jarðargrunni[1], og er stórur partur av økinum, av sínum sertakliga ríka plantu -og lyngvøkstri, friðað fyri seyði og øðrum kríatúri. Hetta er samstundis størsta orsøkin til, at økið, sum eitt av teimum fáu her á landi, hevur megnað at varðveitt serstøku órørtu útsjóndina við lyngi og ríkum plantulívi, ið mestur annars er ósætt her á landi.

Umframt ríka plantulívið er Toftavatn eisini kent fyri sítt ríka fuglameingi. Umframt likkurnar ið eru allastaðni, tann freka skúgvin og onnur másasløg, finnast eisini fleiri sløg av heiðafugli, sum til dømis mýrisnípa og tjaldur. Lómurin finst eisini her, sum við vøtn flest í Føroyum. Í 1985 var fyrsta grágásaparið við ungum skrásett á Toftavatni. Síðan hevur grágásastovnurin ment seg í stórum. Í juli, tá grágæsnar eru fjaðursárar, savnast tær við Toftavatn – og tá er ikki óvanligt at síggja yvir 1000 gæs á vatninum.

Grannakommunurnar Nes og Runavík, hava síðan 2007 bygt eina gongugøtu í økinum kring Toftavatn.

Sí eisini

  1. "Kortal.fo". https://data.us.fo/matrikul.php?bygd=74&matr=415a.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.