Thue Christiansen

Thue Christiansen (føddur 25. februar 1940 í Maarmorilik í Uummannaq, deyður 26. juni 2022 í Hals) var ein grønlendskur lærari, listamaður og politikari (Siumut).

Grønlendska flaggið ("Erfalasorput").

Christiansen var limur í fyrsta landsstýrinum fyri Siumut, eftir at Grønland fekk heimastýrið 1979. Hann var fyrsti mentamálaráðharrin og kenslumálaráðharrin.[1]

Serliga kendur er hann fyri at sniðgeva grønlendska flaggið ("Erfalasorput").[2]

Ávísingar úteftir

Keldutilfar

  1. Det grønlandske flags far er død, knr.gl, 26. juni 2022
  2. Han gjorde op med det nordiske korsflag, kristeligt-dagblad.dk
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.