Terna
Terna (frøðiheiti - Sternidae) eigur á lágum og nesjum og á hólmum í sjógvi ella vøtnum. Summi ár eigur hon eitt sindur oman fyri bøgarðarnar; men annað ár sæst hon ikki har. Tú finnur ternureiður líka frá strondini og upp undir fjøllini út móti havinum. Ternuni dámar best nærindis sjónum. Ikki er vítt um, har ternurnar eiga. Reiðrini liggja so tøtt, at tú mást ansa tær, at tú ikki traðkar í tey.
Terna | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Minst stúrin | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
| ||||||||||||||
Ternan er ikki nógv størri enn smáfuglur. Teir longu, smølu veingirnir og tað langa sýlda velið gera, at ternan býður sær meira út. Hon er svørt um nakkan og skallan og hevur reytt nev; beinini eru kløn og reyð. Ternan kemur til Føroya um halvarðsøku, ið er 15. mai. Seinast í mai og fyrst í juni verpur ternan 2 egg, viðhvørt 3. Klekingartíðin er um 3 vikur. Ternan verjir væl reiður sítt. Kemur onkur nær, skjýtur hon seg við nógvari ferð niður úr luftini, men kemur ránsfuglur, flykkjast nógvar ternur uttan um hann og reka hann harðliga burtur. Liturin verjir ternuna væl um onkur kemur nær, og hon skal krógva seg í grasinum.
Slag
- Chlidonias hybridus (Kinnhvít terna)
- Chlidonias leucopterus (Vonghvít svartterna)
- Chlidonias niger (Svartterna)
- Hydroprogne caspia (Brituterna)
- Onychoprion anaethetus (Ennihvít terna)
- Sterna dougallii (Roðaterna)
- Sterna forsteri (Floghvít terna)
- Sterna hirundo (Kriterna)
- Sternula albifrons (Fruntaterna)
- Thalasseus sandvicensis (Faksaterna)
- Chroicocephalus ridibundus (Fransaterna)