Teknirøð
Ein teknirøð er sett saman av minst tveimum myndum, sum hanga saman og fortelja eina frameftirgangandandi søgu.
- Myndirnar kunnu vera við ella uttan rammu.
- Teknirøðin kann vera uttan tekst (t.d. Ferd'nand), hava tekst undir myndunum (t.d. Valiant prinsur) ella hava tekst í talubløðrum og frágreiðingar í tekstrammu; hetta seinasta er tað vanligasta, t.d. Asterix, Dunnaldur Dunna, Lucky Luke og Tintin.
![](../I/Comic_balloons_4_types_1x4.svg.png.webp)
Fýra av teimum vanligastu talubløðrunum í teknirøðum: vanlig tala, teskan, hugsan, rópan.
Líknandi listagreinir
Teknirøðir hava nógv felags við skemtitekningar og við teknifilmar, og nógv listarfólk fáast við meir enn eina av hesum listagreinum. T.d. hevur kendi skemtiteknarin Óli Petersen eisini gjørt fleiri teknirøðir.
Kend listafólk
- Carl Barks
- J.M. Charlier
- Pierre Christin
- Robert Crumb
- Will Eisner
- André Franquin
- Jean Giraud
- René Goscinny
- Floyd Gottfredson
- Hergé
- Milo Manara
- Jean-Claude Mézières
- Morris
- Peyo
- Alfred Taliaferro
- Albert Uderzo
Bókmentir
- Dansk tegneseriebibliografi 1847-2005 – Den store komiklex, 5. udgave. Forlaget Pegasus, 2006. ISBN 87-987162-1-2 (ISBN 978-87-987162-1-1).
- Norsk tegneseriekatalog, 2013. ISBN 978-82-999390-0-3
- Seriekatalogen – serier i Sverige. Alvglans Förlags AB, 2008. ISBN 978-91-7556-124-0
Ávísingar úteftir
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.