Talorð
Talorð er orðaflokkur, ið verður brúktur til at siga frá mongdum. Talorð eru, snøgt sagt, tøl.
Mállæra |
---|
Kyn: |
|
Orðaflokkar: |
|
Føll: |
|
Bendingarformar í tíð: |
|
Men heilt so einkult er tað ikki á føroyskum máli. Talorð skulu eisini bendast. Ymiskar bendingar av talorðum verða eisini bólkað aftur í undirbólkar. Hesir eru grundtøl, raðtøl og skiftitøl.
Grundtøl
Grundtøl eru talorð í hvørfalli.
|
|
|
Trý tey fyrstu grundtølini kunnu bendast í kynum og føllum soleiðis:
Eintal | Kallkyn | Kvennkyn | Hvørkikyn | ||||||
Hvørfall | ein | tveir | tríggir | ein | tvær | tríggjar | eitt | tvey | trý |
Hvønnfall | ein | tveir | tríggjar | eina | tvær | tríggjar | eitt | tvey | trý |
Hvørjumfall | einum | tveimum | trimum | einari | tveimum | trimum | einum | tveimum | trimum |
Hvørsfall | eina | tveggja | tríggja | eina | tveggja | tríggja | eina | tveggja | tríggja |
Raðtøl
Raðtøl eru bundin talorð, undantikið fyrsti, sum er hástig av hjáorðinum fyrr. Tey bendast í kynum, føllum og tølum.
Eintal | Kallkyn | Kvennkyn | Hvørkikyn | Fleirtal |
Hvørfall | fyrsti | fyrsta | fyrsta | fyrstu |
Hvønnfall | fyrsta | fyrstu | fyrsta | fyrstu |
Hvørjumfall | fyrsta | fyrstu | fyrsta | fyrstu |
Hvørsfall | fyrsta | fyrstu | fyrsta | fyrstu |
Hvørfall | annar | onnur | annað | aðru |
Hvønnfall | annan | aðra | annað | aðru |
Hvørjumfall | øðrum | aðrari | øðrum | aðru |
Hvørsfall | annars | annarar | annars | annara |
Hvørfall | triðji | triðja | triðja | triðju |
Hvønnfall | triðja | triðju | triðja | triðju |
Hvørjumfall | triðja | triðju | triðja | triðju |
Hvørsfall | triðja | triðju | triðja | triðju |
Skiftitøl
Skiftitøl eru talorð í fleirtali. Skiftitøl verða brúkt um pør, td. einar/tvinnar/trinnar hosur (tað eru 1, 2 ella 3 pør av hosum) ella aðrar sameindir, td. eini kort (tað eru 52 bløð) ella eini hús (tað eru 1 sethús við tilhoyrandi úthúsum). Skiftitøl eiga sostatt bara at vera nýtt, tá talan er um sameindir. Bara trý tey fyrstu talorðini kunnu vera í fleirtali (skiftitøl):
Fleirtal | Kallkyn | Kvennkyn | Hvørkikyn |
Hvørfall | einir | einar | eini |
Hvønnfall | einar | einar | eini |
Hvørjumfall | einum | einum | einum |
Hvørsfall | eina | eina | eina |
Hvørfall | tvinnir | tvinnar | tvinni |
Hvønnfall | tvinnar | tvinnar | tvinni |
Hvørjumfall | tvinnum | tvinnum | tvinnum |
Hvørsfall | tveggja | tveggja | tveggja |
Hvørfall | trinnir | trinnar | trinni |
Hvønnfall | trinnar | trinnar | trinni |
Hvørjumfall | trinnum | trinnum | trinnum |
Hvørsfall | trinna | trinna | trinna |
Slóðir úteftir
- Talorð á síðu 29 í bókini Stutt Mállæra (Anna Maria Reinert Jensen og Harry Davidsen), snar.fo
- Talorð á síðu 143 í bókini Mállæra (Paulivar Andreasen og Árni Dahl), Føroya Skúlabókagrunnur