Swansea City A.F.C.
Swansea City A.F.C. ella Clwb Pêl-droed Dinas Abertawe er eitt walisiskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í býnum Swansea í Wales. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship.[1]
Felagið varð stovnað í 1912. Besta liðið, við kelinavninum The Swans, spælir sínar heimadystir á Liberty Stadium í Swansea. Venjarin hjá liðinum er Steve Cooper.
Swansea City hevur spælt í Premier League í fleiri ár, men liðið endaði sesongina 2017/18 á 18. plássi og flutti niður í næstbestu deildina. Burtursæð frá Cardiff City, er Swansea City tað einasta walisiska felagið, ið hevur spælt í Premier League, síðan besta enska deildin varð sett á stovn í 1992.
Býurin Swansea liggur á walisisku suðurstrondini, vestan fyri høvuðsstaðin Cardiff.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.