Svimjing (ítróttur)

Svimjing er fjøltáttaður ítróttur. Tá talan er um innandura kappingarsvimjing, verður antin svomið á stuttgeil ella á langgeil. Stuttgeil er svimjihylur, sum er 25 metrar langur. Langgeil er svimjihylur, sum er 50 metrar langur. Tað eru fleiri sløg av svimjing, eitt nú kunnu nevnast:

  • Blandað (á enskum verður tað rópt Medley)
  • Bringusvimjing
  • Firvald
  • Frísvimjing
  • Ryggsvimjing
Her er eitt dømi um svimjing á stuttgeil, talan er tó bert um venjing. Tað er føroyski svimjarin Pál Joensen, sum venur í Vágs Svimjihøll.

Umframt innandura svimjing er eisini eitt annað slag av svimjing, sum á føroyskum nevnist havsvimjing. Á enskum eitur hetta slag av svimjing "Open Water Swimming", her verður svomið uttandura antin í sjónum ella í vøtnum ella áum.

Svimjarar hittast til ymiskar svimjikappingar, sum eisini verða róptar svimjistevnur. Í Føroyum eru fleiri ymiskar svimjistevnur. Føroyskir svimjarir luttaka eisini á svimjistevnum uttanlands, eitt nú til World Cup stevnur, Oyggjaleikir (sum er blandað ítróttarstevna), EM og HM.

Ávisingar úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.