Sverri Egholm

Sverri Egholm (31. august 1930 í Leynum - 24. januar 2001 í Tórshavn) var landsbókavørður og sjónleikari.

Hann tók preliminerprógv í 1948 og examen artium í 1950. Hann tók útbúgving sum bókavørður á Odense centralbibliotek 1951–1953 og tók prógv við Danmarks biblioteksskole í 1955. Egholm var bókavørður á Føroya Landsbókasavni 1955–1963, programfólk í Útvarpi Føroya 1963–1968, landsbókavørður á Føroya Landsbókasavni 1968–1989 og fyribils leiðari av Býarbókasavninum í Tórshavn 1969–1972.

Sverri Egholm var nevndarlimur í Havnar Keypssamtøku frá 1963, nevndarlimur í Føroya Keypssamtøku frá 1965 (nevndarformaður frá 1967), nevndarlimur í Fróðskaparsetur Føroya frá 1968, nevndarlimur í Collegium Academicum Færoense frá 1970 (nevndarformaður frá 1971), limur í Líkningarráð Føroya 1964–1970 og limur í nevndini ið deilir út M.A. Jacobsens Heiðursløn í 1959 og 1967–1972. Hann var eisini ritstjóri á tíðarritinum Gluggin 1955–1957 og skrivaði fleiri blaðgreinar og tíðarritsgreinar um bøkur og bókasøvn.

Filmar

Útgivið

Keldur

Slóðir úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.