Svenning Tausen
Svenning Tausen (føddur í Hovi 12. apríl 1936, deyður 5. november 2013) var ein føroyskur rithøvundur, lærari og ritsjóri. Hann starvaðist fyrst sum lærari í Føroya Millum- og Realskúla til 1961, síðan í Føroya Studentaskúla 1961-74 og eftir hetta sum varaskúlastjóri í nýggja Eysturskúlanum til 1996, tá ið hann legði frá sær.[1] Hann ritstjórnaði Mína jólabók í nógv ár og var eisini blaðstjóri á Barnablaðnum frá 1959 til 1973.
Hann var nevndarlimur í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1958 til 1965 og aftur frá 1987 til 2001. Hann var ein teirra, ið fingu sett á stovn Bókamiðsøluna í 1968, og hann var formaður í nevndini fram til 1981.
Hann var giftur Amy (f. Olsen). Tey fingu tvey børn: Duritu og Magnus.
Útgávur
- 1962 Bíbliusøgur
- 1965 Hans Andrias Djurhuus í Barnajól
- 1968 Gleðilig jól í Barnajól
- 1969 Friður á foldum í Míni jólabók
- 1971 At spæla grýla í Sig mær eina søgu 1
- 1978 Bíbliusøgur
Heiður
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.