Sveis

Sveis (týskt: Schweizerische Eidgenossenschaft, franskt: Confédération Suisse, italskt: Confederazione Svizzera, rætoromanskt: Confederaziun Svizra) er eitt land í Miðevropa. Í norðri hevur Sveis mark við Týskland, í eystri við Liktinstein og Eysturríki, í vestri við Frakland og í suðri við Italia. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Landið er eitt av ríkastu londum í Evropa.

Schweizerische Eidgenossenschaft
Confédération Suisse
Confederazione Svizzera
Confederaziun Svizra
Flagg Sveis
(Flagg Sveis)
Skjaldarmerki Sveis
(Skjaldarmerki Sveis)
Tjóðarslagorð: Unus pro omnibus, omnes pro uno
Tjóðsangur: Sveisiskur Sálmur
Alment mál Týskt, franskt, italskt, retoromanskt
Høvuðsstaður Bern
Sambandsveldisforseti Corina Casanova
Sambandsráðharrar Doris Leuthard
Eveline Widmer-Schlumpf
Ueli Maurer
Didier Burkhalter
Simonetta Sommaruga
Johann Schneider-Ammann
Alain Berset
Fullveldi 1648
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
41285 km²
4,2
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
8112200
196/km²
Gjaldoyra Sveisarfrankur (CHF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .ch
Telefonkota +41

Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 landspartar (kantonir), og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: franskt, sveisaratýskt, retoromanskt og italskt. 63 % av fólkinum talar sveisaratýskt. Í Zürich og Bern tala tey týskt, men í t.d. Genève og Lausanne tala tey franskt.

Søga

Høvuðsgrein: Sveisisk søga

Í 8. øld átti Habsborgar-ættin garðar í Sveis og Fraklandi. Ættin mentist og gjørdist ein tann mætasta í Europa í gott og væl 1000 ár. Navnið Habsborg kemst av einari ættarborgini, Habichtsburg í Sveis. Av kríggjum, við arvi og væl umhugsaðum hjúnaløgum, øktust ognirnar. Um ár 1500 átti ættin meginpartin av Mið- og Suðureuropa og stórar jarðir í Amerika.

Politikkur

Høvuðsgrein: Sveisiskur politikkur

Sveis, sum verður stýrt sum tjóðveldi, er í fleiri smáum ríkjum, sum teir kalla kantonir. Hvør kantonin hevur heimastýri, men allar hava felags samveldisforseta. Í Sveis eru fýra mál: í vestara parti er móðurmálið franskt, í syðra parti italskt, í útsynningspartinum er eitt fornt romanskt mál, tey kalla retoromanskt, og í norðara og mittasta partinum er eitt týskt mál, sum tey kalla sveisartýskt.

Sveis hevur ikki verið í nøkrum bardaga í 200 ár, men hevur ofta verið nýtt av teimum stríðandi at halda friðarsamráðingar í. Í Genève verða á hvørjum ári hildnir alheims friðarfundir. Reyði Krossur, sum sveisarin Jean Henri Dunant (1828-1910) setti á stovn í 1864 at veita krígsherjaðum medisin og læknahjálp, hevur høvuðssetur sítt í Genève. Sveis er ikki limur í ES, men hevur eina avtalu um tey fýra frælsini: vørur, arbeiðsmegi, tænastu og kapital, sum ger, at landið í heilt stóran mun virkar sum ein partur av innara marknaðinum í ES.

Innflytarapolitikkur

Sveis forbjóðar við lóg moskubygging [1].
Áin Aare rennur gjøgnum høvuðsstaðin Bern.
Høgu Alpurnar eru tvørtur um Eysturríki og Sveis. Hægstu fjøll í Europa eru í Alpunum.
Genevevatnið er størsta vatn í Sveis, 580 km2 til víddar.

Sveisiska fólkið hevur í 2014 atkvøtt fyri at steðga streyminum av tilflytarum til landið [2][3]. Sunnudagin 16. februar 2014 segði sveisiska fólkið á fólkaatkvøðu "ja" til munandi herðing av lógini um tilflytarar úr ES-londum. Sjálvt um Sveis ikki er limur í ES, hevur landið seinastu 12 árini havt eina avtalu við ES um fría ferðing um landamørk. Men nú sveisiska fólkið hevur kravt munandi herðingar av lógini, er spurningurin, um avtalan við ES má víkja fyri sveisiska fólkaviljanum. Úr Brússel eru boð longu komin um, at ES fer at endurskoða síni viðurskifti við Sveis. Tað var sera lítil munur á talinum av ja- og nei-atkvøðum – bert 19000 atkvøður. Av teimum, sum atkvøddu, søgdu 50,3 prosent ja. Men úrslitið merkir, at stjórnin innan 2017 skal hava dagført lógina um tilflytarar, og tað fer at merkjast í grannalondunum. Nógv koma úr ES-londunum Italia og Týsklandi til Sveis at arbeiða, og í 2014 eru millum 27 og 29 prosent av teimum átta milliónunum, sum búgva í Sveis, tilflytarar. Tað er tað næstmesta í Evropa aftan á Luksemburg [4]. Seinastu árini er ein klovningur komin í millum løntakarar, sum síggja fremmandaarbeiðarar fáa teirra størv fyri minni løn og harvið trýsta lønarlagið niður, og so politikarar, sum tala fyri at taka ímóti fleiri tilflytarum. Hinvegin hava aðrir politikarar tikið seg fram við at tala ímóti tilflyting.

Í mars 2014 hevur orðaskifti verið í ES-tinginum um sveisisku avgerðina, og har gav ES-kommisserurin fyri arbeiðsmarknaðin, László Andor, sveisarum greið boð: "Sveis kann ikki siga nei til, at fólk hava frælsi til at ferðast frítt um landamørk, og samstundis samstarva við ES, sum um einki var hent" [5]. László Andor segði, at so leingi Sveis ikki hevur meldað aftur um, hvussu landsins politiska leiðsla ætlar at fyrihalda seg til úrslitið av atkvøðugreiðsluni, kann ES ikki halda fram við tveimum felags verkætlanum um gransking og útbúgving, sum eru í gongd í løtuni. ”Sveisisku myndugleikarnir hava ikki stórt rásarúm her. Tí tað at ferðast frítt er ein grundarsteinur í samstarvinum og kann ikki takast burtur frá hinum frælsunum í avtaluni,” segði Andor [6]. Aðrir ES-politikarar vóru ikki so avgjørdir og vístu á, at Sveis ikki er limur í ES og hevur rætt til sjálvt at avgera lógirnar í egnum landi. ”Øll sløg av sanksjónum, sum avmarka teirra part í gransking og útbúgving, kunnu skaða okkum øll. Tað hevði verið tápuligt at sligið alt ov hart aftur,” segði Vicky Ford úr høgrasinnaða bólkinum ECR (stytting fyri European Conservatives and Reformists). Hon helt, at ES eigur at síggja báðar síðurnar av málinum, og at sveisiska fólkið hevur rætt til at gera av, hvussu landsins landamørk skulu stýrast.

Í Sveis var ein fólkaatkvøða í 2008, um tað skal vera loyvt at byggja tey sermerktu tornini, ið oftani eru við síðuna av moskum - eitt sokallað minarett. Á øllum moskum er høgt moskutorn (nevnt minarett) haðan tey trúgvandi verða kallað til bøn fimm ferðir um dagin. Byggilógin (nevnt Federal popular initiative "against the construction of minarets") bleiv samtykt; á fólkaatkvøðuni í november mánaði 2008 atkvøddu 57,5 prosent av veljarunum í Sveis fyri, og 42,5 prosent atkvøddu ímóti [7][8]. Eisini í syðra parti av Eysturríki er ein lóg samtykt, ið forbjóðar moskubygging, um hesar ikki hóska til umhvørvið [9]. Í Sveis búgva uml. 400 000 muslimar [10].

Fólkið

16 km langi St Gothard-tunnilin er 5. longsti bilatunnil í heimi.

Hóast Sveis er so lítið og hevur ligið innibyrgt millum stórlond, hevur tað fyri tað mesta havt sjálvræði. Men tað hevur ikki kostað teimum lítið, mangan hava teir staðið í harðari orrastu, men oftast vóru teir við yvirlutan, og sveisarar vóru so gitnir fyri dirvi, at fremmandir kongar bóðu sær vaktarmenn úr Sveis. Fýra eru málini, sum verða tosað í landinum; í Suðursveis tosa tey italskt, í Vestursveis franskt, í norðara partinum týskt, og so eru tað einstøk pláss í landsynningshorninum, hvar tey tosa eitt gamalt mál, sum sipar til týskt. Sum við málinum, so við trúnni; summi eru katolikkar og summi trúbótarmenn.

Skúlar eru nógvir í landinum, og tað bæði lægri og hægri. Sveisarar verða roknaðir fyri eitt kunnskapsríkt fólk, og hópur av fremmandum ungfólki kemur hagar at ganga í kostskúla. Landið verður roknað fyri eitt av teimum ríkastu í Evropa, og tað arbeiðandi fólkið hevur góð livikor.

Mál

Fýra ymisk mál verða talað í Sveis, fjølmæltasta landið í Evropa. Almenn mál eru týskt, franskt og italskt. Fjórða málið er retoromanskt, sum verður talað í summum fjarløgdum bygdaløgum uppi í fjøllunum. Retoromanskt hevur nú eisini fingið støðu sum alment mál - 1 % av fólkinum talar retoromanskt.

Mentan

Høvuðsgrein: Sveisisk mentan

Landafrøði

Høvuðsgrein: Sveisisk landafrøði

Kenda fjallið Matterhorn er 4478 metrar høgt.
Sanetsch
Dufourspitze er hægsta fjall í landinum - 4,634 m.
Markið millum Sveis og Liktinstein nærindis Wartau.

Í Sveis eru tveir fjallaryggir, Jurafjøll og Alpurnar. Ímillum fjøllini er ein breiður háslætti, sum eitur Sveisar Háslættin. Miðjan av Sveis er ein fløta, Sveisiski Háslættin, men hitt er alt fjallalendi. Sveisar Háslættin gongur frá Bodensvatni til Genevevatnið. Háslættin er ein langur og breiður dalur við stórum vøtnum og góðum kornlendi. Jørðildið er mest eyrmold, sum er komin við ísinum í ístíðini. Á háslættanum býr meginparturin av fólkinum, og har eru eisini teir størstu býirnir. Háslættin ber væl korn, og hann er eisini væl dyrkaður. Summastaðni hava teir avbera stórar súreplagarðar, og frálíka vakurt er at síggja, tá ið alt um várarnar stendur í blóma. Mesta fólkið býr á fløtuni, og har eru teir flestu býirnir.

Fyri vestan eru Jurafjøllini fram við franska markinum. Tey eru heldur lág og fyri tað mesta skógvaksin. Alpurnar aftur ímóti standa við nógvum skínandi fannaklæddum tindum og daga ímóti himni. Fyri sunnan fløtuna ganga Alpurnar ígjøgnum alt landið úr vestri í eystur. Hægst uppi í Alpunum í bæði Sveis og Eysturríki eru nógvir jøklar. Frálíka vakurt er í Alpunum, og hagar koma fólk úr øllum ættum at halda feriu. Um veturin standa tey á skíðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum stórslignu og vøkru fjøllunum. Fjallarustirnar eru bæði hvassar og brattar, men millum teirra ganga nógvir breiðir og djúpir dalar. Í dølunum er veðurgott og góður bøur. Bygdirnar eru ofta heldur smáar. Vøtn eru nógv í dølunum. Í dølunum á suðursíðuni er veðurlagið frálíka lýtt, og har yður av litføgrum blómum um summarið. Men uppiyvir standa teir hvøssu tindarnir avtaktir við ísi, sum ongantíð tiðnar. Um veturin legst ofta nógvur kavi niður í fjøllunum. Tá kann tað henda, at tað kemur turrur, heitur vindur, sum teir kalla føhnin. Termometrið rýkur upp, og tiðningur kemur í kavan. Áirnar standa á bredda um nakrar tímar, og tá hendir ofta, at skalvar leypa. Summir av hesum skalvunum kunna vera óføra stórir, og teir taka bæði garðar og hús við sær; einki stendur fyri teimum.

Úr Sveis koma fleiri stórar áir; undir tí gitna Sankta Gothards fjallinum springa Rhone og Rín upp.

Býir

Í Bern kemur samveldistingið saman, og verður hann tí oftast roknaður fyri at vera høvuðsstaður. Størsti býurin er Zürich, har eru stór klædnavirkir. Í Genève við Genèvevatnið eru nógvar ursmiðjur, í hesum býi plaga eisini ofta sendimenn úr ymsum londum at koma saman at tingast. Luzern og Lugano eru viðgitnir ferðamannabýir. Í Basel við Rín er stórt havnarlag.

Samferðsla

Jarnbreytabrúgv í Alpunum.
Vegurin niðan á St Gotthards-skarðið. Í øldir vóru trongu skørðini einasta farleið ímillum londini í Alpunum.

Torført hevur verið at koma úr Sveis suður til Italia; skørðini eru fá, og vegirnir vánaligir; eisini kundi ofta henda, at knappligt kavarok kom á ferðafólkið. Nú er koyrandi bæði við toki og bili; vegirnir hava verið ógvuliga ringir at gera, og menn hava noyðstat spreingja bæði nógvar og langar tunlar. Tunnilin ígjøgnum Sankta Gothardsfjallið er 14 km. langur. Ein annar tunnil, Simplon tunnilin er 20 km. Í øllum Sveis eru 2500 tunlar[11]. Vegasambandið í Sveis er av tí besta í Evropa; har eru nógvir og góðir vegir og tætt við jarnbreytir. Eisini kann komast til og frá landinum eftir Rínánni; har sigla skip í heilum. Annars ferðast nógv av ferðafólkinum í flogfari.

Búskapur

Høvuðsgrein: Sveisiskur búskapur

Uttanveltaða støðan og tryggu politisku viðurskiftini eru tvær av atvoldunum til, at Sveis er vorðið altjóða fíggjarmiðdepil. Mangar fyritøkur og mangir bankar hava høvuðsskrivstovu í vakra býnum, Genève, við Genèvevatn. Eisini hava mangir altjóða felagsskapir høvuðssæti her, tí landið er uttanveltað og politisku viðurskiftini trygg. Nevnast kunnu Reyði Krossur, Heims Heilsustovnurin (WHO) og høvuðsdeild ST í Evropa. Eisini mong stór fleirtjóðafeløg eru sveisisk. Hóast lítil rávøra er í landinum, er Sveis týdningarmikið ídnaðarland. Mong teirra, ið arbeiða í ídnaðinum, eru serútbúgvin at gera ídnaðarvørur, sum eru dýrar og viga lítið. Meginparturin av tí, gjørt verður, verður flutt út, tí at heimamarknaðurin er lítil.

Landbúnaður

Emmentalaostarnir ella sveisarostarnir eru heimsgitnir fyri gøðsku.

Fyrr í tíðini livdi at kalla alt fólkið í Sveis av landinum, men hetta er ikki so longur; nú livir stív helvtin av ídnaði. Sveisiska fløtan ber væl korn, men tað, sum velt verður har, munar ov lítið; landið má tí flyta hópin inn av mjøli. Summarið er heitt, og tí fáast summir bøndurnir við at dyrka vín, meðan aðrir hava fruktgarðar. Neytum og svínum hava teir nógv av. Í Jurafjøllunum er eisini nógv av rossum. Garðarnir eru ofta smáir; teir flestu munna vera millum 5 og 10 hektarar til støddar. Í Alpunum hevur neytahaldið mest at siga fyri bøndurnar. Um summarið verða neytini rikin langt niðan í fjøllini; har kunna vera góðir slættar, og grasið er bæði gott og nógv. Smáttur standa har uppi í haganum, og ta tíðina, neytini ganga har uppi, liggur fólk hjá teimum sum í Noregi. Um kvøldarnar verða tey rikin heim á støðilin, sum er rundan um smáttuna, og so hava tey náttból har. Mjólkin verður gjørd til ost, og sveisarostur er sera viðgitin fyri góðsku. Teir bøndurnir, sum búgva ovarlaga, hava ofta brattan bø, og ikki er óvant sum í Føroyum at bera hoyggið til garðs.

Landbúnaðarumstøðurnar eru ikki av teimum bestu, men niðri í fruktagóðu dølunum verður nógv velt og dyrkað, og í lýggju líðunum, ið horva suðureftir, dyrka bøndurnir frukt og vínber. Vanligt er at hava mjólkarframleiðslu her um leiðir. Neyt, seyður og geitir verða tíðliga slept út á tað gróðrarmikla summarbeitið uppi í hálendinum og verða tikin oman aftur í dalarnar um heystið. Mjólkin verður kæsað til ymisk ostasløg, til dømis emmentaler. Teir bøndur, sum búgva á háslættanum og niðast í dølunum, velta gras og korn, vín og frukt. Teir hava nógv neyt, sum ganga á tí góða beitinum niðast í dølunum. Mjólkina selja teir í býunum ella gera til ost. Fjallabøndurnir búgva uppi í teimum ovaru dølunum, sum eru oman fyri túsund metrar. Har uppi velta teir ikki korn, men røtur, epli og gras. Líðirnar eru vaksnar við skógi upp í 2.000 metra hædd. Ovari partur av skóginum er tunnur, og ímillum trøini eru víðar grasfløtur. Har niðan rekur fjallabóndin fenaðin um summarið. Til at sita hjá seyði, neytum og geitum hevur bóndin tríggjar mans, sum búgva har uppi fyri summarið. Teir mjólka og gera mjólkina til ost. Tá ið summarið er av, kemur fenaðurin oman aftur á básin at standa. Um veturin høggur bóndin trø í skóginum, sum hann hevur til smíð, brenni og at selja.

Ídnaður

Menn hava í øldir á Sveisar Háslættanum íðkað handaverkið ursmíð.

Kol og jarn er ikki í Sveis, men kortini eru nógv ídnaðarvirkir. Tað, teir gera, er mest vara, sum lítið tilfar fer til, men sum er putlut at gera. Til dømis eru nógvar ursmiðjur, og sveisisku urini eru viðgitin fyri góðsku og verða seld um alla verðina. Læknatólum og heilivági gera teir eisini nógv av, somuleiðis sjokoladu. Klædnaídnaðurin stendur frammarlaga. Sum vit síggja á kortinum, er Sveis mitt inni á meginlandinum, og vit kundu tí hildið, at landið eigur eingi skip, uttan tey sum sigla á Rín og vøtnunum í sjálvum landinum, men so er ikki, yvir 50 sveisisk farmaskip sigla á stórhøvunum. Verksmiðjurnar og tokini við ganga við elmegi. Fossarnir eru bæði stríðir og nógvir, og el-verkini eru so mong, at ikki bert landið sjálvt er hjálpið, men tað kann selja nógvan streym til onnur lond. Stívur helmingurin av fólkinum í Sveis livir av ídnaði, hóast hvørki finst jarn, kol ella annar málmur í jørðini. Tann nógvi elstreymurin, sum teir framleiða við vatnmegini, fær teimum tey túsundtals ídnaðartólini at ganga. Teir gera til dømis skógvar, medisin, sjokulátu og klædnavørur. Teir eru heimsgitnir fyri at gera góðar ostar, góð silkipløgg og góð ur.

Um ár 1800 vóru í Genève fleiri hundrað ursmiðir, sum árliga gjørdu 14 000 gullur og 45 000 silvurur. Í fjallabygdunum høvdu menn ursmíð til vetrararbeiði, og har runnu upp sannar ursmíðbygdir, har ursmíð var hvørsmans yrki. Sveisaraurini vórðu seld um allan heimin. Men um ár 1850 fóru menn í USA at gera ur við maskinu. Tey maskingjørdu urini vóru nógv bíligari enn tey hondgjørdu. Men sveisararnir góvust ikki, tí um 1870 gjørdu teir í Genève tað fyrsta urvirkið. Síðani eru bygd ein mongd av urvirkjum bæði á bygd og bý í Sveis, og tað gamla urhandaverkið er skift um til urídnað. Tey mongu smáu urvirkini úti á bygdunum gera hvør sín serlutin til urini. Serlutirnir verða sendir til savningarvirkini. Har sita virkisursmiðirnir í longum røðum og seta saman, hvør setir sín lutin í, til urið er liðugt. Og so út á marknaðin. Hóast urvirkir eru í hópatali í mongum londum, til dømis Bretlandi, Japan, USA og Týsklandi, so eru tað tó tey sveisisku urini, sum hava allar fyrimunur á heimsmarknaðinum og verða mest keypt. Árliga koma í millióntali av maskingjørdum urum út á marknaðin, men tó hevur eitt handilsfelag í Sveis hondgjørd ur at selja, men tey kosta 10 ferðir so nógv sum tey virkisgjørdu.

Handil

Sveis, sum hevur stóran uttanlandshandil, liggur langt frá havinum. Tað kemur teimum tí væl við, at teir hava so nógvar og góðar vegir og jarnbreytir, sum teir kunnu flyta vørurnar á út í onnur lond. Teir hava eisini ein stóran havnarbý við ánna Rín, sum eitur Basel. Basel stendur úti móti markinum til bæði Týskland og Frakland. Í havnini í Basel liggja áarbátar og taka inn tær vørur, sum skulu seljast út av landinum, og føra tær til Rotterdam ella Antverpen. Har verða vørurnar skipaðar inn í stór skip, sum sigla tær út á heimsmarknaðin. Áarbátarnir skipa so inn aftur olju, kol og ráevni, sum teir sigla til Basel og leggja upp har. Sveisararnir eiga sjálvir ein farmaskipaflota, sum telur eini 50 skip, men tey flóta ikki inn í havnina í Basel, og leggja tí ongantíð at í Sveis.

Ferðavinna

Annars er tað at siga, at nógv av fólkinum, sum býr í Alpunum, fæst við at vísa tí nógva ferðafólki, sum kemur hagar, veg í fjøllunum ella arbeiðir á teimum stóru og nógvu gistingarhúsunum, hvar tey halda til. Summi koma til at standa á skíð, summi til at royna at ganga upp á teir høgu tindarnar, og summi bert fyri at síggja tað vakra landslagið.

Keldur

  1. http://www.foxnews.com/story/2009/11/30/switzerland-defends-ban-on-mosque-minarets/?test=latestnews
  2. http://www.independent.co.uk/news/world/europe/switzerland-votes-to-limit-numbers-of-eu-migrants-9117579.html
  3. http://www.nytimes.com/2014/02/10/world/europe/swiss-voters-narrowly-approve-curbs-on-immigration.html?_r=0
  4. http://www.bbc.com/news/world-europe-26116648
  5. http://www.theguardian.com/world/2014/feb/09/swiss-referendum-immigration-quotas
  6. http://www.bloomberg.com/news/2014-02-09/swiss-brace-for-sour-eu-relations-after-immigration-vote.html
  7. "Archive copy". http://www.swissinfo.ch/eng//Specials/Islam_and_Switzerland/Minaret_vote/Minaret_result_seen_as_turning_point.html?cid=7793740. Heintað 2014-03-02.
  8. http://www.foxnews.com/story/2009/11/30/switzerland-defends-ban-on-mosque-minarets/?test=latestnews
  9. "Archive copy". http://www.rnw.nl/english/article/strong-reactions-swiss-minaret-ban. Heintað 2014-03-02.
  10. "Archive copy". http://www.euronews.com/2009/11/19/minaret-debate-angers-swiss-muslims/. Heintað 2014-03-02.
  11. http://wtc2013.ch/fileadmin/user_upload/WTC_2013_Bulletin.pdf

Hygg eisini at

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.