Super Bowl

Super Bowl er finalan í amerikanskum fótbólti - National Football League (NFL). Finalan í amerikanskum fótbólti er størsta ítróttar- og sjónvarpshending í USA. Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA. Super Bowl eigur metið sum mest sædda sending í sjónvarpi nakrantíð, og á topp 20 listanum yvir mest sæddu sjónvarpssendingar seinastu 40 árini, eigur Super Bowl 16 pláss [1][2]. Finalan í Super Bowl í 2014 er tann hendingin, sum flestu fólk í USA nakrantíð hava sæð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið. Tað er næstan ein 1/3 av øllum fólkinum í USA.

Gjøgnum tíðina hava nógvir kendir bólkar spæld í hálvleikinum í Super Bowl. Millum annað kunnu Black Eyed Peas, Rolling Stones, Bruce Springsteen, Whitney Houston, Prince, Kelly Clarkson, Britney Spears, og U2 nevnast.

Luttakandi lið

San Francisco 49ers hevur vunnið Super Bowl fimm ferðir.

Har eru 32 lið við í NFL. Liðini eru úr hesum feløgum:

Luttøka Fótbóltslið Vunnu Tapti Vinnarar
%
Sesong(ir)
11New England Patriots 65.545 1985, 1996, 2001, 2003, 2004, 2007, 2011, 2014, 2016, 2017, 2018
8Pittsburgh Steelers 62.750 1974, 1975, 1978, 1979, 1995, 2005, 2008, 2010
8Dallas Cowboys 53.625 1970, 1971, 1975, 1977, 1978, 1992, 1993, 1995
8San Francisco 49ers 53.625 1981, 1984, 1988, 1989, 1994, 2012, 2019, 2023
8Denver Broncos 35.286 1977, 1986, 1987, 1989, 1997, 1998, 2013, 2015
6Kansas City Chiefs 42.667 1966, 1969, 2019, 2020, 2022, 2023
5Green Bay Packers 41.800 1966, 1967, 1996, 1997, 2010
5New York Giants 41.800 1986, 1990, 2000, 2007, 2011
5Washington Redskins 32.600 1972, 1982, 1983, 1987, 1991
5Los Angeles/Oakland Raiders 32.600 1967, 1976, 1980, 1983, 2002
5Miami Dolphins 23.400 1971, 1972, 1973, 1982, 1984
5Los Angeles/St. Louis Rams 23.400 1979, 1999, 2001, 2018, 2021
4Baltimore/Indianapolis Colts 22.500 1968, 1970, 2006, 2009
4Philadelphia Eagles 13.333 1980, 2004, 2017, 2022
4Minnesota Vikings 04.000 1969, 1973, 1974, 1976
4Buffalo Bills 04.000 1990, 1991, 1992, 1993
3Seattle Seahawks 12.333 2005, 2013, 2014
3Cincinnati Bengals 03.000 1981, 1988, 2021
2Baltimore Ravens 201.000 2000, 2012
2Tampa Bay Buccaneers 201.000 2002, 2020
2Chicago Bears 11.500 1985, 2006
2Carolina Panthers 02.000 2003, 2015
2Atlanta Falcons 02.000 1998, 2016
1New York Jets 101.000 1968
1New Orleans Saints 101.000 2009
1San Diego Chargers 01.000 1994
1Tennessee Titans 01.000 1999
1Arizona Cardinals 01.000 2008
0Cleveland Browns 00- N/A
0Detroit Lions 00- N/A
0Jacksonville Jaguars 00- N/A
0Houston Texans 00- N/A

Listi yvir vertsbýir

Sun Life Stadium í Miami, Florida.
Býur, StatFerðirÁr
Florida Miami101968, 1969, 1971, 1976, 1979, 1989, 1995, 1999, 2007, 2010
Louisiana New Orleans101970, 1972, 1975, 1978, 1981, 1986, 1990, 1997, 2002, 2013
Kalifornia Los Angeles71967, 1973, 1977, 1980, 1983, 1987, 1993
Florida Tampa41984, 1991, 2001, 2009
Kalifornia San Diego31988, 1998, 2003
Arizona Phoenix31996, 2008, 2015
Texas Houston31974, 2004, 2017
Georgia (U.S. state) Atlanta31994, 2000, 2019
Michigan Detroit21982, 2006
Kalifornia San Francisco21985, 2016
Minnesota Minneapolis21992, 2018
Florida Jacksonville12005
Texas Dallas12011
Indiana Indianapolis12012
New Jersey Newark12014

Super Bowl XLVIII

Seattle Seahawks vann finaluna við 43-8 ímóti Denver Broncos. Hetta er fyrstuferð í søguni, at Seattle Seahawks vinnur Super Bowl.
Peyton Manning er quarterback hjá Denver Broncos.

2. februar 2014 hugdu 111,5 milliónir amerikanarar í sjónvarpi eftir Super Bowl XLVIII, og tað er heimsmet [3]. Harafturat vóru nógvar aðrar milliónir av hyggjarum runt um allan heim; Super Bowl varð víst í 232 londum kring heimin [4]. Umframt tann metstóra síggjaraskaran, varð eisini eitt annað met sett: Dysturin var samstundis tann mest streamaða ítróttarhendingin nakrantíð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið, umframt tey 82 000 ið vóru til sjálvan dystin, sum t.d Oprah Winfrey og David Beckham [5]. Kappingin byrjaði klokkan 18:30 EST, og luttakandi liðini vóru Denver Broncos úr Colorado og Seattle Seahawks úr Washington. Dysturin bleiv spældur á MetLife Stadium í East Rutherford, New Jersey. Super Bowl er ógvuliga umfatandi og trygdin í hásæti, og 500 løgreglumenn og omanfyri 1000 trygdarvørar vóru á MetLife Stadion til dystin.

Hóast støðan í hálvleikinum var 22-0, so forðaði tað kortini ikki amerikumonnum í at fylgja dystinum í sjónvarpi. Dysturin byrjaði ógvuliga sjáldsamt við einum "safety" til Seattle Seahawks longu í fyrsta vanliga framrættaða spæli, og við støðuna 2-0 og bóltinum í hondini hugdi Seattle Seahawks ongantíð afturum seg og var á odda 22-0 í hálvleikinum. Tað tók bert 12 sekund hjá Seattle Seahawks at leggja seg á odda í dystinum. Nógvir av Denver Broncos-fjepparunum vóru somikið ónøgdir, at teir longu tíðliga í seinna hálvleiki fóru til hús. Hetta hóast atgongumerkini til Super Bowl kosta alt ímillum 2.700 og 14.300 krónur. Seinni hálvleikur byrjaði við einum "kickoff-return" til Seattle Seahawks, og so var støðan 29-0. Søgan helt fram og Seattle Seahawks rann Denver Broncos yvir enda við at vinna greitt 43-8. Hetta var eitt stórt upplivilsi fyri Seattle Seahawks, tí tað var fyrstu ferð, at Seattle vunnu kendu ítróttargreinina. Verjan hjá Seattle Seahawks var ræðandi stinn og Peyton Manning og venjaratoymi hansara megnaðu ongantíð at finna lykilin at lata verjuna upp. Seattle Seahawks-verjuleikarin Malcolm Smith vann eisini heiðurin MVP ("Most Valuable Player"); hann er fyrsti verjuleikarin í langa tíð, sum hevur vunnið heiðurin.

Tað var eitt flóvusligt kvøld hjá Denver Broncos, sum hava havt eitt av tí besta álopinum í Peyton Manning alt árið. Hetta sá man einki til, tá teir bert vóru førir fyri at fáa 8 stig allan dystin, sum endaði 43-8. Peyton Manning, sum er quarterback hjá Denver Broncos og áður hevur vunnið Super Bowl við Indianapolis Colts, hevur verið snúningsdepilin á einum liði, sum hevur verið einaráðandi í 2014 og millum serfrøðingar verður mett at hava eitt av bestu álopunum nakrantíð. Í Super Bowl XLVIII fingu teir tó ein stóran bita at gloypa, tí at mótstøðuliðið, Seattle Seahawks, hinvegin sigst at hava eina av bestu verjunum í søguni og í hagtølunum hevur greitt bestu verju í NFL. Dysturin ímillum álop og verju var lættur at spáa um, men tað skuldi vísa seg, at verjan hjá Seattle Seahawks var ein alt ov stórur biti at gloypa hjá Peyton Manning.

Keldur

  1. http://www.foxnews.com/entertainment/2014/02/04/super-bowl-xlviii-breaks-record-for-most-watched-tv-event-in-us-history/
  2. http://espn.go.com/nfl/playoffs/2013/story/_/id/10398603/super-bowl-xlviii-telecast-most-watched-tv-event-us-history
  3. http://www.forbes.com/fdc/welcome_mjx.shtml
  4. http://www.nfl.com/news/story/09000d5d80022760/article/super-bowl-xli-broadcast-in-232-countries
  5. http://www.justjared.com/2014/02/03/victoria-beckham-stayed-in-london-while-david-attended-super-bowl-2014/
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.