Stoke City F.C.
Stoke City F.C. er eitt enskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í býnum Stoke-on-Trent. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship.[1]
Felagið varð sett á stovn í 1863. Besta liðið, við kelinavninum The Potters, spælir sínar heimadystir á Bet365 Stadium (Britannia Stadium) í Stoke-on-Trent. Venjarin hjá liðinum er Michael O'Neill.
Stoke City flutti upp í ovastu ensku fótbóltsdeildina í 2008. Liðið spældi í Premier League í 10 ár, men endaði sesongina 2017/18 á 19. plássi og flutti niður í næstbestu deildina, EFL Championship.
Býurin Stoke-on-Trent liggur í Staffordshire, í West Midlands økinum, millum Manchester og Birmingham.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.