Sotsji
Sotsji (russiskt: Сочи) er ein russiskur býur í landøkinum Krasnodar í Suðurrusslandi. Býurin liggur við Svartahavið og við fótin av fjøllum í vestara Kavkasus.
Søga
Býurin varð grundlagdur í 1838 undir navninum Aleksandrija (Александрия). Í 1896 varð navnið broytt til Sotsji, eftir ánni, sum rennur ígjøgnum býin. Í 2018 hevði Sotsji uml. 424 túsund íbúgvar.
Russiski býurin var vertur fyri Vetrar-OL 2014 og Paralympiski vetrarleikir 2014.
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.