Skriðdýr
Skriðdýr (frøðiheiti: Reptilia) hava roðslu og verpa egg. Slangur, krokodillur, skjaldbøkur, eðlur og onnur skeldýr verða nevnd skriðdýr. Summi liva í vatni, onnur á landi. Flestu skriðdýr eru í hitalondum. Forfedrar skriðdýranna eru dinosaurarnir, ið livdu á jørðini í 150 mió. ár, men doyðu brádliga út fyri 65 mió. árum síðan. Nú á døgum eru eini 8200 skriðdýrasløg, frá um 7 m longu netpythonslanguni (Python reticulatus) í Ásia til ta lítlu dvørgagekkoina (Sphaerodactylus) í Amerika, ið bara er 33 mm long. Súgdýr hava heitt blóð, men skriðdýr hava “kalt" blóð - sólarhitin veitir teimum orku at flyta seg úr stað. Skriðdýr fáa ikki sjálv skapað hita inni í kroppinum sum súgdýrini, men við ávísari atferð kunnu tey stilla kropshitan. Tey sóla sær t.d., so tey orna, og leita sær í skugga, gerst tað ov heitt. Um sólarris vendir t.d. eðlan liðina ímóti sólini, so hon ornar skjótari. Tá ið heitast er um dagin, heldur eðlan seg í skugga, so hon ikki gerst ov heit. Um sólsetur vendir eðlan høvdinum ímóti sólini, so hon heldur kropshitanum.
Skriðdýr | ||||||
---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||
| ||||||
Fyrstu skriðdýrini vórðu til fyri meira enn 300 mió. árum síðan og loystu tá paddurnar av sum størstu landdýrini. Dinosaurar vórðu til fyri 200-220 mió. árum síðan. Størsta skriðdýrið í dag er oyrareingjar-krokodillan (Crocodylus porosus) í t.d. Ný Guinea og Avstralia, men summar slangur verða longri. T.d. verður netpythonslangan í onkrum føri 10 m long. Komodovaranurin (Varanus komodoensis) í Indonesia er størsta eðlan. Smæstu skriðdýrini eru smáar gekkoir, fullvaksnar bara fáar cm langar. Flestu skriðdýr verpa, og úr eggjunum klekjast ungarnir. Eðlu- og slanguegg hava gyrðið, leðurkent skal. Skjaldbøku- og krokodilluegg hava hart, sterkt skal sum fuglaegg. Sjófuglar og krabbi taka nógvar skjaldbøkuungar, meðan teir royna at koma sær oman at sjónum. Tungan á skriðdýrum dugnar teimum væl: slanga og eðla kanna uttan um seg við tunguni. Teir láta við tunguni at tevja. Harða húðin á skriðdýrum verjir tey fyri ránsdýrum og forðar fyri, at tey skorpna. Tá ið granskarar skulu greina sløgini, kanna teir ofta tað eyðkenda plátumynstrið. Kamelión (Chamaeleonidae) og onnur skriðdýr hava serligar kyknur í húðini. Í kyknunum eru litkorn, ið kunnu ývna ella tódna, og tí skiftir kameliónið lit eftir umstøðunum.
Flokking
Til eru tilsamans okkurt um 8200 sløg. Tey verða greind sundur í 4 høvuðsbólkar: Sphenodontia (brúeðlur), Testudines (skjaldbøkur), Crocodilia (krokodillur) og Squamata (eðlur, ormaeðlur og slangur). Bara skjaldbøkurnar hava skjøldur. Eðlur eru størsta skriðdýrabólkurin, eini 3800 sløg, men bara eitt brúeðlaslag er (Tuatara).
- Crocodilia (Krokodillur): Keimanur, gavialur, krokodilla og alligatorur teljast upp í crocodilia. Til eru 1 gavialslag, 2 alligatorsløg, 8 keimansløg og 13 krokodillusløg - tilsamans 24 sløg. Oyrareingjar-krokodillan (Crocodylus porosus) í Avstralia verður millum 8 og 10 metrar long og er nú heimsins størsta skriðdýr.
- Sphenodontia (Brúeðlan): Brúeðlan tuataran er bara á nøkrum fáum oyggjum í Nýsælandi. Kropsbygnaðurin er lítið broyttur seinastu nógvu túsund árini - hon er sera átøk 140 mió. ára gomlum steinrenningum. Hon er nú friðað, tí hon er í vandi fyri at doyggja út. Brúeðlan verður einar 60 cm long. Hon etur ormar, smáeðlur, klukkur og sniglar, men tekur eisini pisur og fuglaegg.
- Squamata (Ormaeðlur, eðlur og slangur): Til eru 180 sløg av ormaeðlum, 3000 sløg av eðlum og 3070 sløg av slangum - tilsamans 7900 sløg. Ormaeðlan (Amphisbaenia) er blint skriðdýr og verður millum 10 og 60 cm long. Góða hoyrnin og frálíka tevið gera, at hon finnur ormar, smáeðlur, skordýr, gnagdýr og annað at eta. Hon livir í Afrika, Suðuramerika, Karibia, Florida, Iberia og Saudiarábia. Eðlur eru smidligar og hava hvassar kløur. Eðla er sera vanlig í hitalondum, og hon er virknast um dagin. Tær smúgva sær kvikliga inn í klettarivur ella undir steinar, verða tær órógvaðar. Slangur svimja skjótt, men á landi mugu tær skriða, tí útlimir hava tær ongar, kortini eru tær skjótar. Afrikanska eiturmamban (Dendroaspis polylepis), ið verður meira enn 2 m long, er av skjótastu slangum og skríður einar 16 km/h.
- Testudines (Skjaldbøkur): Uml. 300 sløg. Skjaldbøkur eru ymiskar til støddar; tann stóra leðurskjaldbøkan (Dermochelys coriacea) verður 2-3 metrar long og vigar upp ímóti 920 kg. Tann vanliga eysturamerikanska móruskjaldbøkan verður bara 8-12 cm. Súpanarskjaldbøkan (Chelonia mydas) og aðrar havskjaldbøkur kunnu svimja í 30 km um tíman. Landskjaldbøka er lítið broytt seinastu 200 mió. árini. Summar landskjaldbøkur verða eldri enn 100 ár. Størsta slagið er stórskjaldbøkan á Galapagos (Chelonoidis nigra), hon kann viga meira enn 400 kg.