Skarð
Skarð er ein avtoftað bygd í Kunoy.
Skarð | |
Skår (danskt) | |
Bygd | |
Skarðsgjógv, sum bygdin hevur navn eftir | |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Kunoy |
Kommuna | Kunoyar kommuna |
Íbúgvar | 0 (2015)[1] |
Postnummur | - |
Markatal | 16-00-00 mk.gl.sk. |
|
Skarðsbygd bleiv hart rakt tann tiltikna skaðadagin, Tollaksmessudag (23. desember) í 1913, tá ið tríggir bátar, við 19 monnum, gingu burtur í Norðoyggjum, ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin. Alt tað arbeiðsføra mannfólkið á Skarði, 7 mans, sjólótust hendan dagin, og hetta førdi við sær at bygdin avtoftaðist so líðandi. Tey seinastu fólkini fluttu í 1919.
Fólk
- Símun av Skarði (1872 - 1942).
- Anna Suffía av Skarði (1876 - 1932).
Søgur og Sagnir
Býttlingasøgur
Nógvar skemtisøgur ganga um skarðsmenn í Norðuroyggjum og óvitsku teirra í gomlum døgum líkasum um fámningar í Suðuroy.
Mánin sást av Skarði í Kunoy eitt kvøldið á fjallatindinum sunnan fyri bygdina; - hvør ið tá hevði verið har uppi, kundi tikið hann við hondum og havt hann oman við sær til Skarðs; tað hevði verið vorið sum hent, hildu teir, at hava hann hjá sær tey longu vetrarkvøldini; tá vildi tað ikki saka mikið, um einki var lýsið at lata á koluna, - tann stóri skínandi mánin kundi lýsa fyri teimum. Teir halda tí vera ráðiligt, at allir gonguførir menn í bygdini skuldu fara á fjall eftir mánanum og fáa hann til sín at spæla sær við sum leika og at hava til at lýsa altíð har. Teir so gera, glaðir yvir hetta vituga ráðið, og fara sum skjótast upp á fjallið, hvar máni lá, men, ass! tá ið teir komu har upp, var eingin mánin longur á fjallinum, hann var farin høgt upp í loft undan teimum og horvin longur suðureftir, so at eingin hevði so langar armar, at hann kundi røkka at taka hann. At fara omanaftur í bygdina við ongum mána hildu teir vera ov stóra skomm; teir fara tá til stroks aftur á ein hærri tind, sum syðri var og hugsaðu, at har mundu teir fáa hann, og tað sá væl út fyri, at hetta skuldi lukkast teimum, tí alt sum teir komu longur oman av tindinum, alt meira signaði mánin aftur niður á henda syðra tindin, og nú uggaðust teir og runnu tá alt teir vóru mentir upp á henda tindin; men tá ið teir vóru komnir upp á hann, var mánin aftur horvin. Teir trúðu nú, at mánin mundi ræðast teir, og fóru at renna av einum tindi á annan og rópaðu allir so blídliga teir kundu:
«Máni, máni, kom í mína brók, tú skalt fáa smørklíning í bót”.
Men mánin vildi ikki goymast í skarðsmanna brøkur og ikki hava teirra smørklíning, men fór fram sína leið at lýsa fyri øðrum enn teimum; útlúgvaðir og deyðmóðir komu teir til húsa, men ongan mána høvdu teir aftur við sær.
Ein morgun um sólarrenning kom ein maður eystanífrá gangandi til Fámjins. Nú hann kemur oman eftir seinastu brekkuni og nærkaðist bygdini, sær hann eina gentu í tí húsinum, ið næst lá við breytina, ganga stákandi út og inn við einum trogi í hondunum. Hann sær, at trogið er tómt, og spyr tí, hvat hon hevði at starva. Hon svaraði, at hon bar náttina út og dagin inn, at dagsljósið kundi koma inn í stovuna.
Eitt kvøld var logn á pollinum í Fámjin, og mánin speglaðist so reyður í sjógvin. Ein fámningur hevði hoyrt gitið um ein stórhval, sum eitur royður, og nú hann sá hetta reyða glitrandi á sjónum í pollinum, fór hann um alla bygdina og rópaði: ”Royður er komin á pollin, verið skjótir oman at sláa hann og býta hann ímillum okkara!” Hann visti, at kópar ofta á flóðini komu um rivið inn á pollin; tá ið hann so fjaraði sjógvin, og tað varð grynri úti á rivinum, vildu kóparnir aftur søkja út á dýpið í víkini, og tá vóru fámningar vanir at fara út á rivið og sláa kóparnar, í tí teir skuldu fara upp um rivið. Nú hoyra fámningar, at tað er ikki sum vanligt ein kópur, men ein stórhvalur, sum er á pollinum, og teir eru so fegnir um hesi boð, at teir skunda sær at stoyta kornið úr tunnunum í ánna, at teir kundu hava hesi tómu ílátini at skera spikið av hvalinum niður í; - hvalurin vildi geva teimum tað, ið meira var vert enn nakrar tunnur av korni, bæði spik og tvøst. Teir fara nú út á riv við gassum, knívum og øðrum amboðum til at fáa hvalin dripnan og býttan sundur; - men nú var illa vorðið, - eingin hvalur og einki at fylla í tær tómu tunnurnar, og snópnir máttu teir tá fara við ongum aftur til húsa.
Eina ferðina fram ímóti sólsetur vóru nakrir fámningar staddir úti í túni, og tá ið sólin var um at søkka í kav har vestur fyri bygdini og vóð í havbrúnni so stór og reyð, kom eitt stórt skýggj fyri hana, og tað sá so ógvuliga undarligt út. Ja, sum vera mundi, frættist tað skjótt inn í húsini, at nakað sjáldsamt var at síggja, og tá ið tílíkt var í vón í Fámjin, vóru bygdarmenninir av forvitni ikki seinir á fótum at tyrpast saman og njósnast um, hvat ið vera mundi, sum dró fólk saman í flokk. Allir koma teir nú út at hyggja at hesari undursjón vestur í havi, og allir vildu fegin vita, hvat hetta stóra skínandi mundi hava at týða, ið teir høvdu í eygsjón. Teim var ymist á máli um hetta: ein segði tað vera eitt djór, sum gekk eftir havinum og gloypti sólina, ein annar helt tað vera eitt fjall, eina flotoyggj, og mangt annað, líkt og ólíkt, var borið upp. Av tí, at eingin vildi víkja frá sínari meining, komu teir upp at kjakast, og so harðliga trættu teir, at teir vóru úti við at koma upp at berjast. Tá tók ein av teimum friðaligastu millum teirra til orða, at bestu hyggjuráðini mundu vera at fara eftir Rannvá hini gomlu. Hon var tá sum skjótast borin út, og tá ið hon hevði hugt eina løtu at tí, ið ófriðin voldi, segði hon: ”Hetta er Klæmintskirkja, ið upp kemur úr havi”. Hetta trúðu nú allir mundi vera satt mælt, og í tí troysti tagnaðu teir allir og fóru í frið inn hvør til sín, tí hon var hin vísasta í bygdini, og eingin ivaðist um, at hennara orð ikki skuldu vera tað rætta.[2]
Jógvan í Gerðum
Tað eru mong ættarlið, síðan Jógvan í Gerðum livdi. Hann var, sum sagt verður frá, ein ógvuliga mungin maður. Umframt ta ogn, hann hevði (tá í tíðini hoyrdi uppsalajørðin eisini til Gerða), vildi hann fegin hava Kvíingadal, sum tá hoyrdi til Árnafjørð.
Ein dagin fór Jógvan burtur í haga saman við einum húskalli at hyggja eftir seyði. Frammanundan hevði hann grundað út ein tanka, sum eingin hevði grun um. Tá ið heim aftur skuldi farast, setti hann kósina móti Árnafirði, og við húskallin, ið við honum var, segði hann, at um hann skuldi koma at taka brókatøk við miðstovubóndan, so mátti húskallurin hjálpa sær.
Komin til Árnafjarðar fóru teir inn til miðstovubóndans, har teir vóru væl fagnaðir við mati og drekka. Meðan teir sótu við borðið, komu bøndurnir báðir upp at klandrast, og endin varð, at teir fuku saman at berjast. Tað vóru útlit fyri, at miðstovubóndin fór at vinna; men so kom húskallur Jógvans sær uppí; hann tók í bein miðstovubóndans, so hann datt, og Jógvan var ikki seinur at drepa hann.
So fekk Jógvan Kvíingadal. Men hetta var honum ikki nokk. Hann fekk gott eyga á Skálatoftir, sum um tað mundið var ein bygd við átta húsum. Íbúgvarnir við Skálatoftir vóru góðir jarðamenn og vælstandandi. Bóndin á Skálatoftum æt Símun og var skyldur við konu Jógvans.
Ein dagin, Jógvan var burtur í haga, møtti hann Símuni og birti klandur við hann. Teir ruku saman, og Símun lá eftir, tá ið Jógvan leitaði heim aftur til húsar. - Hann segði konu síni frá, at Símun var deyður, og hon, sum grunaði, hvussu hann var deyður, svaraði bert: “Harrin eigi sál hansara.”
Enn hevði Jógvan eftir sínum tykki ikki alt tað, hann ynskti. Hann átti ein skyldmann, ið hevði nógva ogn á Skarði. Hann vildi nú eisini ogna sær hesa jørð. Hann virkaði sær eina bjargalínu av ull (allar línur vóru í teirri tíðini virkaðar úr ull), men til miðjuna á hesi línu nýtti hann svídda høvdaull.
Tá ið línan var liðug, fór hann við henni til Skarðs og læt skyldmannin fáa hana til gávu. Hann var væl fagnaður.
Um línuna segði hann, uttan at hann fyri tað vildi rósa sær sjálvum, at hon var óføra sterk. Og hann hevði tí góðan hug at vera hjá, tá ið hon fyrstu ferð skuldi roynast.
Tíðliga á morgni fóru menn avstað til bjargar. Og skyldmaðurin á Skarði var fyrsti maður niður við línuni um beltið; tá ið fýrt var til helvtar av línuni, slitnaði hon, har tann svídda høvdaullin var; hann datt oman og sló seg deyðan.
Jógvan sýndist at taka sær hesa vanlukku ógvuliga nær. Men nú átti hann eisini ogn skyldmans, so tað var sorgina vert.[3]
Keldur
- Hagstova.fo
- V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891
- Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933