Skagerrak
Skagerrak er tann parturin av Atlantshavinum, ið er millum Danmark, Svøríki og Noreg. Skagerrak fevnir um eitt øki á 32 000 km², og hevur eina miðaldýpt á 200 metrar. Tað djúpasta økið er 700 metrar djúpt. Av stórum áum, ið renna út í Skagerrak eru Skienselva, Numedalslågen, Glomma, Mandalselva, Otra, Topdalselva og Nidelva.

Skagerrak er havið norðan fyri Danmark og sunnanfyri Noreg.
Sí eisini
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.