Sjóvinnubankin

Sjóvinnubankin varð stovnaður 6. oktober 1932 fyri at bøta um fíggingarmøguleikarnar í fiskivinnuni. Stigtakari var Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Bankin læt fyrstu ferð upp 15. desember 1932, við Thorstein Petersen sum stjóra. Sjóvinnubankin kom í fíggjarliga kreppu í 1951, men varð hann tó endurreistur. Kreppan í 1951 kostaði Thorstein Petersen starvið sum stjóri í bankanum.

6. oktober 1992 - 60 ára stovningardagin - var Sjóvinnubankin aftur um at fara á húsagang, men varð bjargaður við at Fíggingargrunnurin frá 1992 - við fígging frá Føroya Landsstýri við hjálp frá donsku stjórnin - setti nýggjan partapening í bankan. 11. apríl 1994 avgjørdu nevndirnar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, at bankarnir skuldu leggja saman frá 1. januar 1994 at rokna. Sjóvinnubankin varð framhaldandi partafelag, og samanlagdi bankin tók navnið hjá Føroya Banka og búmerkið hjá Sjóvinnubankanum.

Sí eisini

Grein um Føroya Banka.

Keldur:

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.