Silkeborg

Silkeborg er ein býur í Miðjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 43.158 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Silkeborg til tann 14. størsta býin í Danmark. Silkeborg er høvuðsbýur í Silkeborg kommunu og liggur á óslættari jørð við skógarklæddum heyggjum. Gudenáin rennur tætt framvið miðbýin. Rutubátar sigla til Silkeborgvøtnini og Himmelbjerget frá tí lítlu havnini í býnum, og tað gamla dampskipið Hjejlen er tann kendasti av teimum.

Loftmynd av Silkeborg.

Silkeborg er ein statiónsbýur á jarnbreytastrekkinum millum Skanderborg og Herning. Býurin liggur í Región Miðjútland.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.