Selma Lagerlöf

Selma Ottilia Lovisa Lagerlöf (betri kend sum Selma Lagerlöf), (fødd 20. november 1858; deyð 16. mars 1940) var ein svenskur rithøvundur. Hon fekk sítt gjøgnumbrot við Gösta Berlings saga (1891). Hon varð fødd og uppvaksin á harragarðinum á Mårbacka í Sunne kommunu í Värmland. Flestu søgur hennara fara fram í júst hesum partinum av Svøríki. Hon var útbúgvin lærari og undirvísti á einum gentuskúla í Landskrona í tíggju ár frá 1885 til 1895. Tað var hetta tíðarskeiðið at hon skrivaði teir fyrstu partarnir av Gösta Berlings saga, sum hon sendi til eina skrivikapping, og síðan fekk hon í boði at geva út alla bókina. Selma var fyrsta kvinnan sum fekk Nobelvirðislønina í bókmentum, og hon var eisini fyrsta kvinnan ið gjørdist limur í Svenska Akademien.

Selma Lagerlöf í 1908, Carl Larsson hevur málað.

Bøkur

Bøkur sum Selma Lagerlöf gav út, upprunaheitið:

  • Gösta Berlings saga (1891)
  • Osynliga länkar (1894)
  • Antikrists mirakler (1897)
  • Drottningar i Kungahälla (1899)
  • En herrgårdssägen (1899)
  • Jerusalem (del 1–2, 190102)
  • Herr Arnes penningar (1904)
  • Kristuslegender (1904)
  • Nils Holgerssons underbara resa genom Sverige (partur 1–2, 190607)
  • En saga om en saga och andra sagor (1908) (inniheldur miniskaldsøguna ”Tösen från Stormyrtorpet”.)
  • Liljecronas hem (1911[1])
  • Körkarlen (1912)
  • Kejsarn av Portugallien (1914)
  • Troll och människor (del 1–2, 191521)
  • Bannlyst (1918)
  • Zachris Topelius (1920)
  • Mårbacka (1922)
  • Löwensköldska ringen (1925)
  • Charlotte Löwensköld (1925)
  • Anna Svärd (1928)
  • Ett barns memoarer (1930)
  • Dagbok för Selma Ottilia Lovisa Lagerlöf (1932)
  • Höst (1933)
  • Meli (1934)
  • Från skilda tider (partur 1–2, 194345, útgivið postumt)

Keldur

  1. "Ordfabriken". http://www.ordfabriken.org/sla2011/omselmalagerlof/index.htm. Heintað 2013-05-23.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.