San Francisco
San Francisco er 14. størsti býur í Sambandsríkinum Amerika og 4. størsti býur í amerikanska statinum Kalifornia. Býurin er tann tættast bygdi í Kalifornia og næsttættast bygdi býur í øllum USA, næst eftir New York City. Býurin liggur á San Francisco hálvoynni millum Kyrrahavið og San Francisco-víkina. Býurin er uppkallaður eftir halgimenninum Frans av Assisi. Býurin varð settur á stovn hin 29. juni 1776, tá sponsk niðursetufólk bygdu ein skansa við Golden Gate og settu á stovn eina missión, sum var uppkallað eftir Sankta Frans av Assisi, stutt hagani. Enn verða kaðalsporvognar brúktir í almenna flutninginum í brøttu brekkunum í San Francisco.
San Francisco, Kalifornia | |
---|---|
Skjøldur | Flagg |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Kalifornia |
Vídd: | 600,7 km² |
Íbúgvar (2013): | 837.442 |
fyri km²: | 6.898/km² |
Heimasíða: | www.sfgov.org |
Landskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Mánadagin 25. august í 2014 varð San Francisco raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6 á richterstiganum. Hesin skjálvtin varð máldur klokkan 3 um náttina lokala tíð. Miðdepilin í skjálvtanum lá við American Danyon í Napa Valley, í nánd av San Francisco. Her merktust ristingarnar eisini sera nógv. Eini 70 hava fingið skaða orsakað av hesum, eins og fleiri søguligir bygningar fingu skaða. Eingin er kortini deyður av jarðskjálvtanum [1].
Tættbygda økið er rundan um San Franciscovík og gongur víðari suður til San Jose. Tríggjar brýr binda saman tættbygdu økini tvørtur um San Franciscovík. Øki við tøttum skógarvøkstri eru um stóran part av Santa Cruzfjøllum vestanfyri jarðfrøðiliga umskaringarøkið í San Andreas. Onnur skógarøki eru á høvdunum eystanfyri San Franciscovík.
University of California, Berkeley (UC Berkeley) er uttan fyri San Francisco og telist millum bestu universitetini í heiminum. Eitt av heimsins størstu fongslum, San Quentin State Prison, liggur í eini vík við San Francisco.
Í heimsins dýrasta býi, San Francisco, er miðalleiguprísurin fyri eina lítla íbúð við plássi fyri einari familju upp á fýra 4.000 dollarar um mánaðin, svarandi til góðar 28.000 DDK. Sostatt skal familjan vinna 163.000 dollarar – knappar 1,2 milliónir krónur – um árið fyri at hava ráð til at búgva í íbúðini. Útrokningarnar hjá Nested byggja á eina bústaðavídd upp á 39 fermetrar til ein einstakan persón og 75 fermetrar til eina familju upp á fýra.[2]
Samkynd mentan
Síðan Seinna heimskríggj var komið at enda hevur San Francisco drigið samkyndar menn í hópatalið til sín. Tað byrjaði við, at amerikanski herurin skipað fór í holt við at senda menn ið vóru undir illgruna fyri at vera samkyndir til San Francisco. Nógvir av hesum monnunum blivu búgvandi í býnum, eftirsum tað var lættari at hitta líkasinnaði har. Menninir lótu upp barrir og møtistøð fyri samkynd. Í 1950-árunum undir antikommunistisku leiðslunini hjá Joseph McCarthy, fór ein heksajagstran fram móti samkyndum, eitt nú í amerikonsku fyrisitingini, og hetta førdi til, at uppaftur fleiri samkynd fluttu til San Francisco. Í 1969 búðu tað fleiri samkynd fólk per íbúgva í San Francisco enn í nøkrum øðrum amerikanskum stati. Í 1970-árunum búsettu uppaftur fleiri samkynd seg í økinum sum nevnist Castro, sum kom at gerast ein miðdepil fyri samkynd, og San Francisco Pride byrjaði. Tann fyrsti politikarin í Kalifornia, ið var opin um at hann var samkyndur, var Harvey Milk, ið varð valdur inn í San Francisco Board of Supervisors, sum er stjórnin í City and County of San Francisco. Mikl var kendur fyri sítt arbeiði fyri at betra um rættindini hjá teimum samkyndu.
Í San Francisco verður spurningurin, hvørt samkynd sleppa at giftast ella eiga børn ikki umrøddur. Tí í einum býi, har nærum 10. hvør av íbúgvunum eru samkynd, verða børn hjá samkyndum foreldrum ikki fatað sum nakað serligt, sum skal granskast. Fyrsta ættarliði er uppvaksið hjá samkyndum foreldrum uttan nakað hóvasták.
Myndir
- Golden Gate brúnni. Innsiglingin, sum teir kalla Golden Gate, er sera vøkur.
- Kaliforniska sjóleyvan er tað kópaslagið, ið mest verður vant til framsýningar. Tær halda til í túsundatali við kalifornsku strendurnar. Tær taka serliga fisk, høgguslokk og onnur sjódjór.