Sachsen-Anhalt

Sachsen-Anhalt (týskt: Land Sachsen-Anhalt, lágtýskt: Sassen-Anholt, stytt: ST; enskt: Saxony-Anhalt) er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi.

Sachsen-Anhalt
Flagg Skjøldur
Grunddáta
Land:Týskland Týskland
Alment mál:týskt, lágtýskt (í norðara parti)
Høvuðsstaður:Magdeburg
Størsti býur:Halle
Stovnað:21. juli 1947 (3. Oktober 1990)
Forsætisráðharri:Reiner Haseloff (CDU)
Vídd:20.451,58 km²
Íbúgvar (2018):2.208.321[1]
fyri km²:
Tíðarzona:UTC +1/+2
Heimasíða:www.sachsen-anhalt.de
Kort yvir Sachsen-Anhalt

Stakríkið liggur í vestara parti av fyrrverandi Eysturtýsklandi. Lutstaturin er meiri enn 20,4 túsund km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 2,2 mió íbúgvar.[2][3] Harvið er lutstaturin tann 8. størsti í Týsklandi eftir vídd og tann 11. størsti eftir fólkatali.

Høvuðsstaður í Sachsen-Anhalt er Magdeburg og størsti býur er Halle. Aðrir stórir býir eru Dessau-Roßlau, Wittenberg, Weißenfels, Halberstadt, Stendal, Bitterfeld-Wolfen, Merseburg, Bernburg, Wernigerode og Naumburg.

Býir við søguligum bygningum ella sum hava nakran týdning í søguligum høpi, eru Quedlinburg, Eisleben og Köthen.

Elbá er týdningarmesta áin í Sachsen-Anhalt.

Myndir

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Keldur

  1. Bevölkerung Archived 2020-07-16 at the Wayback Machine, statistik.sachsen-anhalt.de
  2. Einwohnerzahl der Bundesländer in Deutschland 2018, de.statista.com
  3. Themen / Statistiken, regionalstatistik.de
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.