São Paulo
São Paulo (portugisiskt: São Paulo) er ein býur í Brasil. São Paulo er størsti býur í Suðuramerika, og ein tann býur í heiminum, sum veksur skjótast. Býurin hevur umleið 11 mió. íbúgvar og er størsti býur í Brasil og áttandi størsti býur í heiminum eftir fólkatalinum. Hann er miðdepil í brasilskum ídnaði og handli. Sløk helvt av landsins ídnaði er í São Paulo. Virkini gera klædnavøru, akfør, ravmagnslutir, heilivág og evnafrøðievni.
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Brasil |
Lutstatur: | São Paulo |
Vídd: | 1,522.986 km² |
Íbúgvar (2011): | 11.316.149 |
fyri km²: | 7,943.818/km² |
Heimasíða: | Official Website |
Samkynd kunnu giftast í brasilianska statinum São Paulo.
Mentan
Festivalar, skrúgongur og onnur mentanartiltøk
Fleiri festivalar, skrúgongur og onnur mentanartiltøk verða hvørt ár hildin í São Paulo, eitt nú:
- Karnival í Brasil verður eisini hildið í São Paulo, byrjað verður týsdag og hildið verður á til týsdagin áðrenn Øskumikudag, sum er byrjanin á føstuni. Samba-skúlar ganga skrúgongu fríggjadag og leygardag í karnival-vikuni.
- São Paulo Altjóða Film Festivalur
- Skrúgonga fyri Jesus verður hildin hvørt ár hósdagin eftir Trinitatis sunnudag. Í 2006 luttóku yvir 2 milliónir fólk, verður mett.
- São Paulo Mótavika varð fyrstu ferð hildin í 1996. Mótavikan verður hildin í Ibirapuera Parkini.
- Gay Pride Parade varð fyrstu ferð hildin í 1987
Ítróttur
Fótbóltur
Eins og í restini av Brasil, er fótbóltur eisini her tann best dámdi ítrótturin. Tey størstu liðini eru kend sum "Jarn Trio'in" ("Trio de Ferro"): São Paulo FC, Palmeiras og Corinthians. Portuguesa er eitt rímuliga stórt felag, meðan Juventus og Nacional eru tvey smá feløg.
São Paulo verður ein av vertsbýunum til FIFA World Cup í 2014, har Brasil er vertstjóð til kappingina. Stadion hjá Corinthians, nevnt Arena Corinthians, verður bygt til endamálið.
Felag | Deild | Heimavøllur | Stovnað (lið) |
---|---|---|---|
SC Corinthians | Série A | Arena Corinthians (verður bygt, 2013)
48.000 (68.000 til 2014 FIFA World Cup) |
1910 |
SE Palmeiras | Série B | Arena Palestra Itália (verður bygt, 2013)
45.000 |
1914 |
São Paulo FC | Série A | Morumbi Stadium
67.428 (138.032 record)[1] |
1935 |
Portuguesa | Série A | Canindé Stadium
19.717 (25.000 met) |
1920 |
Juventus | Campeonato Paulista Série A2 | Rua Javari Stadium
7.200 (9.000 met) |
1924 |
Nacional | Campeonato Paulista Série B | Nicolau Alayon Stadium
9.500 (22.000 met) |
1919 |
Keldur
- "Estádio do Morumbi – Cícero Pompeu de Toledo". Pinheiros.com.br. http://www.pinheiros.com.br/city/morumbi/estadio.htm. Heintað May 6, 2009.