Sámar
Sámar er fólkaslag, sum býr í Norðurskandinavia, tvørtur um norðara partin av Noregi, Svøríki, Finnlandi og inn í Russland. Landið kalla sámar sjálvir Sápmi. Einir 30 000 sámar eru í Noregi, og hildið verður, at á øllum tí stóra strekkinum eru einir 50 000 sámar tilsamans. Sámar hava búð í Finnmørkini og kanska eisini nógv eystari og syðri, síðan okkara tíðarrokning byrjaði. Teir vóru friðarlig veiðifólk, ílatin skinnklæði, sum fluttu stað úr stað. Um veturin fóru teir á skíð, og um summarið til gongu við tjøldum sínum. Mest veiddu tey vill reindjór. Men tá ið villu reindjórini fækkaðust, fóru teir at hava tey tom, og so fóru sámar at rógva.
![](../I/Mari_Boine2_Warszawa_Sep2007.jpg.webp)
Sunnanífrá komu skattakrevjarar og trúboðar, og seinast í 18. øld fingu skúlin og kirkjan stóra ávirkan í Sámalandi. Alt sámiskt skuldi kúgast. Sámar sluppu ikki at brúka mál sítt, mentan og trúgv sína. Kortini hóraði mangt unnan í tí dulda, og seinastu árini hevur sámisk mentan staðið í besta blóma aftur. Nú vilja fleiri og fleiri vísa, at tey eru sámar. Í 1986 fingu sámar sítt egna flagg, og nú royna teir av øllum alvi at draga undan sum sjálvstøðug tjóð. Í 1990 varð lóg samtykt í Noregi, sum tryggjar sámum rætt at brúka mál sítt.