Ruanda
Lýðveldið Ruanda (enskt: Republic of Rwanda, franskt: République du Rwanda og kinyarwanda: Repubulika y'u Rwanda) er eitt lítið land í Miðafrika. Ruanda hevur mark við Burundi í suðri, Tansania í eystri, Uganda í norðri og í vestri við Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Høvuðsstaðurin í Ruanda er Kigali. Kigali er eisini størsti býur og hevur uml. 1 mió. íbúgvar.
| |||
Tjóðarslagorð: Ubumwe, Umurimo, Gukunda Igihugu (føroyskt: Semja, Arbeiði, Tjóðskaparkensla) | |||
Tjóðsangur: Rwanda nziza | |||
Alment mál | Kinyarwanda, enskt, franskt og swahiliskt | ||
Høvuðsstaður | Kigali | ||
Forseti | Paul Kagame | ||
Forsætisráðharri | Édouard Ngirente | ||
Fullveldi | 1. juli 1962 (frá Belgia) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
26,798 km² 5.3 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
11.689.696 343/km² | ||
Gjaldoyra | Ruandiskur frankur (RWF) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .rw | ||
Telefonkota | +250 | ||
Almennu málini eru fýra í tali, kinyarwanda, enskt, franskt og swahiliskt. Fólkatalið í landinum er 11,7 milliónir. Landið er eitt av fátækastu londum í heiminum. Á vári 1994 fóru ósigandi ræðuleikar fram í Ruanda. Í 100 dagar drupu hutuar eina millión tutsiar, meðan ST-herlið hjálparleys hugdu at. Tey høvdu nevniliga fingið boð frá ST um at varðveita friðin, ikki at skapa hann. Ruanda hevur størstu umboðanina av kvinnum í tjóðartinginum, nevniliga 48,8 prosent. Í Føroyum er kvinnuliga umboðanin í Løgtinginum bara 9,4 prosent.
Søga
Stríð ímillum fólkasløg hevur merkt søgu Ruanda. Í 1962 tók fjølmentara fólkið, nevnt hutufólkið, ræði frá tutsifólkinum, ið hevði rátt har í stívliga 500 ár. Mong tutsifólk flýddu til grannalondini. Í 1990 leyp Frælsisrørsla Ruanda (RPF), ið tutsifólki stóð á odda fyri, á úr Uganda. Samráðingar vóru um at brýta valdið ímillum bæði fólkasløgini, men í 1994 doyði forsetin í Ruanda, Juvenal Habyarimana (8. mars 1937 – 6. apríl 1994), í flogvanlukku; hildið verður, at menn úr forsetahirðini, høvdu skyldina í flogvanlukkuni. Ógvisligt stríð brast á aftur partanna millum, tað endaði í ræðuligum blóðbaði, og fleiri enn 200.000 fólk - mest tutsiar - vórðu dripin. Hundraðtúsundtals fólk, mest hutufólk, flýddu til Tansania og Kongo.
Fólkið
Í 1994 var fólkadráp framt í Ruanda, og um 800.000 fólk vórðu myrd eftir bert 100 døgum. Í Ruanda eru tveir ættarbólkar, hutuar sum eru um 84 prosent av fólkinum og tutsiar, sum eru um 15 prosent. Ein lítil bólkur av hutuarum stóðu fyri drápunum, og teir nýttu m.a. miðlarnar at heita á hutuar um at gera sína skyldu at drepa tutsiar. Miðlarnir høvdu tí ein ræðandi leiklut. Málið er nú at nýta miðlarnar positivt. Hetta skal gerast við at førleikamenna børn, ung og fjølmiðlafólk, sum skulu lýsa og umrøða evnir, sum hava við børn og ung at gera.
Ruanda er av fjølbygdastu londum í Afrika, og fólkið fjølgast skjótt. Flestu konur í Ruanda eiga seks børn; í ríku ídnaðarlondunum eiga konurnar eitt ella tvey børn. Men fá fólk í Ruanda liva, til tey eru farin um 50 ár. Miðallívsævin í landinum er bara 49 ár. Sjúkur sum malaria og eyðkvæmi (AIDS) eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment, sjúkraviðgerð er ikki ókeypis, tí hava fá ráð at fara til lækna.
Flestu fólk í Ruanda liva av landbúnaði.
Politikkur
Javnrættindi
Tutsi kvinnurnar í fólkadrápinum í Ruanda í 1994, vórðu píndar, tí tær vóru kvinnur av serligum uppruna, ella úr serligum tjóðskaparligum ella átrúnarligum bólkum. Eitt land í verðini hevur eina betri kvinnuumboðan á tingi enn tann svenska. Tað er Ruanda, har 39 av 80 sessum við valið í september 2003 vórðu settir við konufólki. Ein nýggj stjórnarskipan í Ruanda, sum leggur serligan dent á javnstøðu, ásetur m.a., at konufólkini eiga minst 24 sessir í tjóðartinginum.
Dýralívið
Virungagosfjøllini, ið eru tjóðargarður í Ruanda, eru eitt av fáu økjunum í heiminum, har fjallagorillan enn heldur til. Hóast gorillan er friðað, er vandi fyri, at hon verður týnd av ránsveiðu og sviðjubúnaði. Nú eru bara einar 650 gorillur eftir í heiminum. Fjallagorilla er bara í hesum parti í Afrika.
Búskapur
Kríggið ímillum tey bæði størstu fólkasløgini - tutsiar og hutuar - hevur syndrað Ruanda, oyðilagt búskapin og gjørt landið til eitt hitt fátækasta í heiminum. Fyri kríggið var mesti útflutningurin í Ruanda kaffi. Nú verður næstan einki dyrkað til útflutnings, hóast 95 prosent av fólkinum arbeiða í landbúnaðinum. Ótryggu viðurskiftini hava gjørt tað næstan ómøguligt, sum er, at menna ídnað og námsvinnu. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.
Myndasavn
- Kigali
- Dansarar
- Landkort
- Fylgisveinamynd