Royndin Fríða, 5-mannafar
Royndin Fríða er føroyskur kappróðrarbátur úr Vági. Báturin sum verður brúktur nú varð smíðaður í 2004 av Sámal Hansen, bátabyggjara. Vágs Kappróðrarfelag eigur bátin. Áðrenn hesin báturin varð tikin í brúk var ein annar bátur við sama navnið, tann Royndin Fríða hevði Kaj Hammer, bátabyggjari, smíðað í 1998. Aðrir kappróðrarbátar við navninum Royndin Fríða hava eisini verði áðrenn tað [1].
Myndir
- Genturnar á Royndini Fríðu á veg út til barnaróðurin á Ólavsøku 2011.
- Kjógvin hjá Vágs Kappróðrarfelag og Firvaldur hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Kjógvin er gamla Royndin Fríða.
- Barnaróður, gentur, á Norðoyastevnu 2012. Royndin Fríða gjørdist nummar 3.
- Royndin Fríða hevur 3 manningar í 2012. Her eru tey í ferð við at flota bátin á Sundalagsstevnuni 2012.
Keldur
- Facebook.com, Vágs Kappróðrarfelag
- "RSF.fo". http://www.rsf.fo/F%C3%B8roya_Meistarar.html. Heintað 2010-11-22.
Útvortis ávísingar
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.