Royður
Royður, eisini kallað bláhvalur, er heimsins størsta djór. Besta eyðkennið er blásturin, sum er so tjúkkur sum ein armur; og hart ríkir í, tá ið hon blæsur. Blásturin kann standa meira enn 9 metrar upp úr sjónum.
![]() How to read a taxobox | ||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
![]() Vaksin royður
![]() Stødd samanborin við miðalmenniskja | ||||||||||||||||||
Varðveitingarstøða | ||||||||||||||||||
![]() Endangered Varðveitingarstøða Hótt | ||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||
| ||||||||||||||||||

Útbreiðsluøki hjá royður.
Tær síggjast einasamallar ella fáar saman, vanliga eitt kvenndjór við hvølpi. Á vári gongur royðurin tætt vestan fyri Føroyar, og frá fyrndini hevur hon á hvørjum ári í apríl-mai lagt somu leiðina norðureftir ígjøgnum Vestmannasund.
Royður hevur ógvuliga stóran kjaft. Tá ið hon gloypir, fyllist kjafturin við fleiri túsund litrum av sjógvi og æti, og háls- og búkfoyrurnar tambast út. Fullvaksin royður etur uml. 2 tons av æti um samdøgrið.[1]

Blástur

Royður verður flensað á eini hvalastøð
Keldur
- Dorete Bloch og Edward Fuglø, Villini súgdjór í Útnorði, Føroya Skúlabókagrunnur, í samstarvi við Føroya Náttúrgripasavn, Tórshavn 1999
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.