Robert Gates

Robert Michael Gates (føddur 25. september 1943 í Wichita, Kansas) er amerikanskur verjumálaráðharri. Hann umboðar republikanararnar. Gates hevur ætlanir um at leggja frá sær í 2011. Men fyrst ætlar hann at tryggja sær, at amerikanska afturtøkan úr Afganistan fer at eydnast, og tað fáa vit at síggja eina ferð næsta ár, sigur hann. Hann var eisini verjumálaráðharri í Bush-stjórnini.

Robert Gates
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. sep 1943 í/á Wichita
Alma mater College of William & Mary, Georgetown University, Indiana University, Indiana University Bloomington, Wichita East High School
Starv yvirmaður í flogvápni, politikari
Politiskur flokkur no value, Republikanski Flokkurin
Mál Russiskt mál, Enskt mál
Undirskrift
Dátuheiti
ISNI 0000 0000 8195 9264
VIAF 8873151
LCAuth n86130550
IMDB nm1467063
Commons Robert Gates

Hann sigur, at hann ætlar sær ikki at sita í ráðharraembætinum eftir 1. januar í 2012. Tað árið verður forsetaval í USA, og tað kann blíva trupult hjá stjórnini at finna ein góðan eftirmann í einum valári, sigur hann. Tí hevur hann gjørt av at fara frá í 2011 [1].

Gates var verjumálaráðharri í stjórnini hjá George W. Bush, forseta, og Barack Obama bað hann halda fram aftan á stjórnarskiftið, og tí tilboðnum tók hann av. Nýggi ovastin í verjumálaráðnum Pentagon verður núverandi CIA-leiðarin, Leon Panetta (D) [2]. Í hansara stað sum CIA-leiðari kemur generalurin David Petraeus, sum nú stendur á odda fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Afganistan.

Eins og Leon Panetta var Robert Gates leiðari í CIA, áðrenn hann bleiv verjumálaráðharri.

Keldur

  1. "Archive copy". http://militarytimes.com/news/2010/08/military_gates_leaving_081610w/. Heintað 2011-06-06.
  2. "Archive copy". http://articles.cnn.com/2011-04-27/politics/why.panetta_1_cia-director-leon-panetta-defense-drawdown-top-official?_s=PM:POLITICS. Heintað 2011-06-06.


This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.