Rhode Island

Rhode Island (enskt: State of Rhode Island) er stakríki í Sameindu Statunum við umleið 1 mió. íbúgvum. Rhode Island er tað minsta stakríkið, bæði í Nýonglandi og í USA. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Providence. Í norðri og í eystri hevur Rhode Island mark við Massachusetts, og í vestri við Connecticut. Í suðri liggur Atlantshavið. Í 1790 bleiv Rhode Island lutstatur. Eyknevni er Hin Havstaturin (enskt: The Ocean State).

Rhode Island
Flagg Skjøldur
Land: USA
Alment mál:Enskt
Høvuðsstaður:Providence
Størsti býur:Providence
Innlimað:29. mai 1790
Guvernørur:Lincoln Chafee
Vídd:4.002 km²
Íbúgvar (2010):1.052.567
fyri km²:263/km²
Tíðarzona:UTC -5/-4
Heimasíða:www.ri.gov

Fólkatalsfrøði

Rhode Island er tað stakríkið í USA, har fólkatættleikin er størstur. Víddin á lendinum er 3.140 km². Til samanbering er Føroyar 1.399 km². Har býr eisini meiri enn ein millión fólk. Fólkatættleikin í Føroyum er 34,5 í 2015. Í Rhode Island er fólkatættleikin uml. 388 fólk fyri hvønn km² í 2015. Fólkatættleikin á 388/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Rhode Island; umleið 63 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2014. Hetta er hægsta talið av katolikkum í USA.[1] 27 prosent eru protestantar. Fólkið er ættað úr Italia (19 %), Írlandi (18,3 %), Onglandi (12,1 %), Portugal (8,2 %), og Fraklandi (8 %).[2] Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan umleið 293.000 krónur (41,678 USD) í 2015. Eisini er Rhode Island millum ríkastu stakríki í USA.

Landafrøði

Kort av Rhode Island.

State of Rhode Island er tann minsti lutstatur í Sameindu Statunum, USA. Til støddar er Rhode Island sum Luksemborg í Beneluks. Lutstaturin fevnir um eitt øki á 4,002 km². Rhode Island er eitt heilt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark ímóti Massachusetts og Connecticut. Í Rhode Island eru umleið 38 oyggjar; størsta oyggin kallast Aquidneck Island ella Rhode Island. Aðrir stórar oyggjar eru t.d. Conanicut Island, Block Island, Prudence Island, Goat Island, v.f. Á Aquidneck Island, sum eisini verður nevnt Rhode Island og er 98 ferkilometrar til støddar, búgva 58.000 fólk. Flestu fólkið búgva sosatt ikki á oyggjunum, men í Providence Plantations (á meginlandinum m.a. í størstu býurin Providence og økinum rundanum). Staturin er landafrøðiliga býtt í tvey. Meðan eysturparturin av statinum hevur eitt landslag eyðkent við sínum vøkrum strondum, oyggjar og sker, er vesturparturin av Rhode Island mest sum alt skógarlandslag. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, Jerimoth Hill, er ikki hægri enn 247 m.

Oyggjar

Nógvar oyggjar eru í Rhode Island. Summar oyggjarnar eru bara smáir og óbygdir hólmar, aðrar eru stórar og tættbygdir. Aquidneck Island er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin. Býurin Newport liggur við Easton-víkina í syðra parti av Aquidneck-oynni. Oyggin Block Island er hin næststørsta. Høvuðsbýurin á Conanicut eitur Jamestown. Gott buss og ferjusamband er millum oyggjarnar.

Nummar Oyggj Vídd (km²) Fólkatal
1. Aquidneck Island 97.9 km² 58,211
2. Block Island 25.21 km² 1,051
3. Conanicut Island 24.46 km² 5,622
4. Prudence Island 14.43 km² 88
5. Patience Island 0,85 km² 3
6. Hog Island 0,79 km² 20
7. Dutch Island 0,41 km² 0
8. Coasters Harbor Island 0,37 km² 37

Sí eisini

  1. "Archive copy". http://www.adherents.com/largecom/com_romcath.html. Heintað 2015-11-27.
  2. "Archive copy". http://quickfacts.census.gov/qfd/states/44000.html. Heintað 2015-11-27.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.